Pero Sore aftur til arbeiðis

Giktalæknin byrjar mánadagin sum konsulentur innan giktaøkið, og væntandi verður hann settur aftur í fast starv tann 1. juli

 

Pero Sore, sum fram til mars mánað í ár starvaðist sum serlækni við ábyrgd fyri giktaviðgerð, fer nú aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. Tað váttar Pero Sore fyri in.fo.

 

- Vit hava gjørt avtalu um, at eg byrji sum konsulentur innan giktaøkið mánadagin. Eg verði eisini millum umsøkjararnar, tá starv sum giktalækni verður lýst leyst í næstum. So fáa vit at síggja, um eg fái starvið, sigur Pero Sore.