Pero aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum

Hann hevur framvegis privata viðgerð, men nú er mannagongdin eitt sindur tvørligari

Nógv umrøddi serlæknin í gikt, Pero Sore, er nú aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum.

 

Hann byrjaði aftur í starvinum í gjár, og tað hevur hann nú boðað kommunulæknunum og Giktafelagnum, frá.

 

Hann hevur annars meiri enn einaferð sagt seg úr starvi, tí at hann var ikki nøgdur við umstøðurnar, og fyrr í ár gjørdi hann álvara av, og fór til hús.

 

Hann hevur verið einsamallir serlækni í gikt, men í ár er peningur játtaður til ein serlækna afturat, og hann er nú settur.

 

Samstundis varð starvið hjá Pero Sore lýst leyst, hann søkti tað sjálvur, og varð settur til at byrja í gjár.

 

Treytirnar, hann setti fyri at halda fram í starvinum, eru ikki gingnar á møti. Ein treyt, sum ikki er gingin á møti, er, at sáttmáli fekst við Heilsutrygd um at gjalda fyri viðgerðir, uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

 

Og nú tann treytin ikki er gingin á møti, eru starvstreytirnar hjá giktlæknanum øðrvísi, enn tær hava verið.

 

Pero Sore boðar frá, at eru bíðitíðirnar at sleppa til giktlækna, ov drúgv, kunnu kommunulæknar vísa sjúklingum til viðger uttanfyri vanlig arbeiðstíð, ella privata viðgerð, sum tað oftast verður kallað.

 

Men av tí at ongin sáttmáli er við Heilsutrygd, er mannagongdin nú, tann, at sjúklingar, sum koma í privata viðgerð, skulu sjálvir rinda fyri hana, og so kunnu teir sjálvir venda sær til Heilsutrygd at fáa viðgerðina endurrindaða.

 

Men hann ger samstundis vart við, at hann hevur onga ávirkan á, um Heilsutrygd endurrindar viðgerðina.