Pernille Brandenborg vann føroyingauppgerðina

Føroyingaliðini, Nykøbing Falster og København hittust í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster, og liðið hjá føroyska landsliðsleikaranum, Pernille Brandenborg, København møttust í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Útiliðið, København vann dystin 32-28. Í steðginum var København á odda 18-13.

 

Pernille Brandenborg skoraði trý mál og legði upp til eitt mál hjá København í kvøld.

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av tíðini. Annika slapp tíðum inn á vøllin, men hevði onga bjarging í kvøld.

 

Nykøbing Falster og København hava bæði 16 stig, men Nykøbing Falster hevur betri málmun og er tí á triðja plássinum.

 

Nykøbing Falster fer nú at ferðast til Ungarn. Leygarkvøldið klokkan 19 skulu tær spæla móti Debrechen í EHF Europa League bólkaspælinum.

 

Komandi dystur hjá København er á útivølli móti Horsens komandi mikukvøld.