Pernille savnaði kvinnur

Fult hús á Gamla Meiarínum

Fríggjadagin varð skipað fyri skeiðið um og fyri kvinnuligar leiðarar og Gamla Meiarínum. Tað var Føroya Tele, sum skipaði fyri í skeiðinum. Talan var fyri ein part um teirra internu leiðararútbúgving.
Umframt fleiri føroyskar fyrilestrahaldarar, so var stóra navnið á plakatuni Pernille Aalund.
Og tað er kanska ikki so langt við síðuna av at siga, at hon savnaði sín part av kvinnum.
Í øllum førum var fult teknað, og fleiri stóðu á bíðilista til ráðstevnuna um og fyri kvinnur.