Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn tóku í kvøld móti Ikast-Herning í dysti í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Við sigri kundu Pernille og liðfelagarnir komu upp á annað plássið við seks stigum, og harvið vera tvey stig frammanfyri Ikast-Herning í kapprenningini um annað plássið, og harvið pláss í hálvfinalunum.
Men tað endaði við 33-29 sigri til Ikast-Herning. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Keypmannnahavn var á odda 23-19 tá 39 minuttir vóru leiktir av dystinum, men so vendi alt. Ikast-Herning vendi 19-23 til eina 24-23 leiðslu, og løtu seinni var Ikast-Herning á odda 30-25.
Filippa Idehn í málinum hjá Ikast-Herning hevði eitt bjargingarprosent upp á heili 53,85 prosent, og tað gjørdist avgerandi.
Odense sum spælir móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg í løtuni er fremst í bólki 2 við sjey stigum. Tær kunnu við sigri á Viborg koma upp á níggju stig. Nummar tvey er Ikast-Herning við seks stigum, nummar trý er Keypmannahavn við fýra stigum, og aftast er Viborg við ongum stigi.
Mikukvøldið 1. mai spælir Keypmannahavn á útivølli móti Odense. Kvøldið fyri tekur Herning-Ikast móti Viborg á heimavølli.
Mikukvøldið 8. mai endar bólkaspælið. Tað kvøldið tekur Keypmannahavn móti Viborg, og Ikast-Herning hevur heimadyst móti Odense.