Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg sum spældi ein sera góðan dyst móti Luksemborg á útivølli í farnu viku, har hon var toppskjútti við átta málum, var í eldinum í kvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Liðið hjá Pernille, Keypmannahavn spældi í kvøld dyst á útivølli móti Sønderjyske.
Tað eydnaðist Pernille og liðfeløgunum at vinna ein tepran 30-28 sigur. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 15-12.
Pernille fekk tveir málkjansir í dystinum, og hon setti báðar í netið, umframt at leggja upp til eitt mál.
Keypmannahavn er nummar fimm í deildini við 24 stigum nú tær hava tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum. Keypmannahavn hevur sjey stig niður til níggjunda plássið, har Skanderborg hevur 17 stig.
Átta tey fremstu liðini í grundspælinum vinna seg í endaspælið, so Pernille og liðfelagarnir eru á gáttini til endaspælið.
Í annaðkvøld klokkan 18 taka Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing ímóti júst Skanderborg. Somuleiðis klokkan 18 spæla Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax ímóti Odense á heimavølli.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg, ið eisini standa við einum góðum møguleika at røkka endaspælinum hava torføran útidyst. Í morgin klokkan 17.30 spæla tær ímóti oddaliðnum, Team Esbjerg á útivølli.










