Hon er ein av fyrilestrarhaldarunum til stóra 8. mars tiltakið í Norðurlandahúsinum 7. mars.
Pernille fer at røða um bók sína, sum hon kallar Wauw-effektin. Orðini verða sjálvandi serverað í røttum Pernille-stíli. Eitt gott power-talk og nógv bæði til gaman og til álvara.
Harafturat kemur Benja Stig Fagerland. Hon er kend fyri sínar mongu suksé'ir í verkætlanum at fáa fleiri kvinnur í leiðslur og nevndir, serstakliga í Noregi.
Atgongumerki kunnu keypast á www.kvinna.fo og eisini í Telebúðunum kring landið.









