- Eg vildi ikki avlýsa túrin til Føroya, tí allar fyrireikingarnar vóru longu gjørdar, og eg havi glett meg at koma aftur til Føroyar. Tí setti eg meg í samband við hotelið og bjóðaði teimum at brúka meg til eitthvørt, tá eg kortini var har, sigur Pernille Aalund, sum føroyingar sostatt kortini sleppa at uppliva. Ikki á avlýsta Kvinnu-tiltakinum í Norðurlandahúsinum leygardagin, men á Hvonn leygarkvøldið kl. 20.
Vánalig undirtøka var orsøkin til, at blaðið Kvinna valdi at avlýsa tiltakið í Norðurlandahúsinum, sum skuldi vera allan leygardagin. Sambært blaðstjóranum á Kvinnu, Annleyg Lamhauge, var fíggjarkreppan helst orsøkin til vánaligu undirtøkuna. Atgongumerkið kostaði 1000 krónur, og tað hevur eftir øllum at døma verið ov dýrt fyri føroysku kvinnuna anno 2009.
Men fíggjarkreppan kann ikki forða Pernille Aalund at halda fyrilestur á Hvonn, tí tað har verður onki atgongugjald.
- Pernille Aalund avgjørdi at koma til Føroyar, hóast tiltakið 7. marts varð av ongum. Tá hon so bjóðaði seg til at hava fyrilestur her á Hvonn leygarkvøldið, tóku vit sjálvandi av, sigur Jenny A. í Heiðunum, Conference & Event Manager á Hotel Tórshavn. Av tí sama fáa Pernille Aalund og sjeikur hennaran, Søren, besta kamarið á hotellinum alt vikuskiftið.
Lívið, fult av møguleikum
Pernille Aalund fortelur fyri Sosialinum, at fyrilesturin í Hvonn verður nøkulunda sama upplegg, sum upprunaliga ætlað.
Um at finna eydnuna í lívinum og at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum vit hvønn dag hava í boði, og kunnu velja at taka av, um vit tora.
- Tað verður eitt pep-talk um at vera opin fyri broytingum og avbjóðingum í gerandisdegnum, fyri á tann hátt at uppliva hesa góðu góðu’wauw-kensluna’, sum eg rópi tað. Tí lívið fløskar seg ongantíð, sum vit høvdu ætlað, og tí verða vit altíð vónbrotin, um vit seta nøsina upp eftir onkrum ávísum, sigur Pernille Aalund.
Hon forklárar tað við, at vit helst vilja skriva okkara egnu søgu, og tí seta okkum upp til ímyndina av tí perfekta lívinum. Men samstundis verða vit blendað av forðingum og frustratiónunum, og vónbrotið verður fasti fylgissveinurin í lívinum.
- Men hvør sigur, at tað er eydnan hjá júst tær til dømis at fáa mann og børn og hús og bil. Um tú letur eyguni upp og letur lívssøguna skriva seg sjálva, so eru eisini nógv størri sannlíkindi fyri, at okkurt fer at eydnast – at tú upplivar veruliga eydnu, sigur Pernille Aalund, við sínum eyðkenda og lætta stíli.
Heldur norður enn suður
Sjálv livir Pernille Aalund eitt, sum hon sjálv rópar tað, hektiskt Keypmannahavnarlív mitt í miðlaheiminum, har alt gongur við rúkandi ferð. Tí er hon eisini sera glað at koma til Føroyar at taka sær av løttum í nakrar dagar.
- Vit lenda longu tíðliga fríggjamorgunin og fara helst at leiga okkum ein bil longu á flogvøllinum. Og so ætla vit at taka tað róligt allan vegin til Havnar – steðga og ganga og njóta náttúruna saman, sigur Pernille Aalund, sum er sera hugtikin av norðara parti av heiminum.
- Eg ferðist nógv heldur norðureftir enn suðureftir. Tað er heilt vist. Mær dámar so ómetaliga væl opnu víddirnar, skiftandi veðurlagið, lititnar og stórslignu náttúruna í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Hvíla í sær sjálvum
Og so eru fólkini eisini nakað heilt serstakt, heldur Pernille Aalund. Minna á ein hátt um fólkini í Norður Jútlandi.
- Mítt lív er fyri ein stóran part ein ferð millum fólk, sum látast at vera nakað. Við coctails, pinnamati og stressi. Tí hevur tað eisini stóran týdning fyri meg, at koma saman við fólki, sum bara eru. Sum hvíla í sær sjálvum og ikki eru partur av einari tilgjørdari framsýning, har alt snýr seg um at hava rætta starvið og Gucci-taskuna, sigur Pernille Aalund, sum hevur vitjað í Føroyum tvær ferðir áður, báðar ferðir sum gestarøðari hjá Føroya Tele.
Um avlýsta tiltakið hjá Kvinna, hevur hon ikki so nógvar viðmerkingar.
- Tey hava mett, at tað var neyðugt at avlýsa, og tí hevur tað helst verið rætta avgerðin, sigur Pernille Aalund, sum bert einaferð áður hevur upplivað, at eitt tiltak, sum hon skuldi luttaka á, varð avlýst.
- Heldur avlýsa enn at bróta nakkan, staðfestir hon til endans.