- Tað vantar ein pallur her í landinum fyri jazz, fólkatónleik og rokk, ið kom fram tá í 70unum, og eg haldi tí, at tað er fantastiska gott, at Havnar Jazzfelag hevur tikið initiativ til at gera hetta aftur, sigur sangarin og sangskrivarin Martin Joensen, sum eisini er settur at framføra við bólki sínum í Tórskjallaranum um tvær vikur.
Mong eru tey, ið minnast frálíku tónleikakvøldini í Perluni, har Havnar Jazzfelag helt til afturi í 70unum. Lítil ivi er í, at Perlan virkaði við til at víðka karmarnar um rútmiska tónleikin her á landi. Tí her hittust tónleikarar og hildu konsertir, royndu frítt samanspæl ella »Jam Session«, ið tað eisini verður kallað.
Progressiviteturin fekk pláss
Tó so, ikki einans jassur og jam var á skránni, men eisini annað slag av tónleiki, so sum fólkatónleikur og rokkur, tí meginreglan var at geva progressivitetinum rúmd.
Har í Perluni sluppu øll at royna seg, og ikki sørt kom av skafti. Tí tað, sum er mest umráðandi fyri ein tónleikara, eins og ein sjónleikara, ella fyri so vítt ein fótbóltsleikara, er, at umstøður eru at spæla, venja, og aftur at spæla. Og hetta fyri síðani at royna seg í samanspæli við hini, tí einans av royndum kunnu úrslit røkkast.
Tónleikur meira enn valsur og tango
Ikki vóru tað øll, ið skiltu tey sokallaðu »Perlutrøllini«, ið kundu sita kvøld eftir kvøld og lurta eftir løgnum mótljóði. Og at tónleikur var meira enn valsur og tango, sum skuldi dansast eftir, fataðu fleiri einki av. Men at hesi ikki fataðu tað, tá Perlan var savningarstað um tónleikin í Havnini, er ikki løgið. Tey tilkomnu vóru nevniliga ikki partur av tí rembingartíð, ið var um allan heim, hvat ungdómsmentan viðvíkti. Men sannleikin var, at eisini her til lands rak rákið, heldur seinkað, sum alt annað, hóast mong mettu rákið reka skeiva leið.
Rákið heldur fram í annaðkvøld
Hví henda part av siðsøgu í einum tíðindastubba, ið snýr seg um tónleik, spyrt tú kanska. Jú, tað er soleiðis vorðið, at Havnar Jazzfelag enn sum altíð hevur eina ætlan um at styrkja rútmiska tónleikin í Føroyum. HJF hevur leitað sær innivist í sera væl hóskandi Tórskjallaranum, í sjálvum hjartanum í høvusstaðnum, á Sverrisgøtu 22. Har verður tónleikur á høgum støði frá nú av framførdur hvørt hóskvøld og sunnukvøld.
Tiltakið byrjar longu í annaðkvøld, sjálvan Arbeiðaradagin tann 1. mai frá kl 21 - 23.30. Á skránni í morgin er jazzur frá Benjamin Petersen við serligari vitjan av Eivør Pálsdóttir.
Hesin pallurin vantar
- Tað var jú ein kempi stórur partur av tónleikalívinum her tá í 70unum, og tað hevði velduga stóra ávirkan á allan tann føroyska tónleikapallin, sum hann var. Eg var ikki sjálvur so aktivur tónleikari júst tá, men eg gekk sum gestur í m.a Perluni, tá tiltøk vóru har, sigur sangarin og sangskrivarin Martin Joensen um átakið hjá Havnar Jazzfelag.
- Eg haldi, at tað er fantastiska gott, at tey eru farin í holt við hetta aftur, tí tað vantar nevniliga ein pallur her í landinum til jazz, fólkatónleik og rokk, ið kom fram tá. Tað eru nevniliga ikki øll, sum hava føling við tí nýggja, elektroniska rákinum, sum er frammi nú, greiðir hann frá.
Martin Joensen skal framføra við bólki sínum í Tórskjallaranum um góðar tvær vikur, hósdagin tann 15. mai kl 21.00.










