Perlutúnið er navnið

Perlutúnið eitur nýggjasta mentanarstaðið í Tórsgøtu. Hetta samtykti mentanarnevndin í Tórshavnar kommunu á seinasta fundi.

 

Í summar løgdu teir glastak oman yvir túnið uttan fyri Perluna og Reinsaríið, og tað er hetta spennandi nýggja býarrúmið, sum hevur fingið navnið Perlutúnið.

 

Og síðani hava alskyns tiltøk verið uttan fyri Perluna og Reinsaríið.

 

Perlutúnið kann nýtast til nógv ymisk mentanarlig endamál og til almannagagnlig tiltøk annars. Túnið er bæði ætlað til sjálvstøðug tiltøk umframt at stuðla undir tiltøk, sum eru í Perluni og Reinsarínum.

 

Fólk hava tikið væl ímóti Perlutúninum, og á skránni hava millum annað verið konsertir, framsýningar og í summar hittust kvinnur og menn á motorsúkklum eisini undir glastakinum. Leygardagin komandi verður skipað fyri loppumarknaði.

 

Nú glastak er lagt yvir Perlutúnið, ber til at vera úti alt árið, og tað er ikki neyðugt at hugsa um, hvussu veðrið skikkar sær. Fyri tveimum vikum síðani vóru hitalampur eisini settar upp at fjálga um túnið.

 

Samlaði kostnaðurin fyri Perlutúnið er 1 millión krónur.