Perlumál í Runavík ferðast kring heimin

Frísparksmálið hjá Gunnari Lydersen er vorðið eitt 'hitt' á alnetinum.

Leygardagin spældi næstbesta liðið hjá NSÍ á heimavølli ímóti B71 í 1. deild hjá monnum. Dysturin endaði við 4-2-sigri til B71, men tað var serliga eitt av málunum, sum var umtaluevnið eftir dystin.


Gunnar Lydersen hjá B71 javnaði til 1-1 við sera vøkrum frísparksmáli, og sjónbandið av vakra málinum er nú væl ávegis at ferðast kring heimin.


Væl kendi bólkurin á facebook, Premier Football, hevur seinnapartin lagt sjónbandið út á sín vanga við tekstinum “What a strike”. Í bólkinum eru ikki færri enn 859.000 limir.


Sjónband av málinum sæst ovast í greinini.