Perlukvøld í Havn við íblástri úr Bolivia

Fríggjakvøldið verður Kafékvøld í Perluni í Havn við íblástri úr Bolivia. Tiltakið verður alt kvøldið frá klokka 18 til tvey leygarnáttin og tað er alment

Í Perluni verður góður tónleikur og góður matur og samstundis og samstundis er atgongumerki eisini stuðul til eina verkætlan í fátækasta landinum í Suðuramerika, Bolivia.

Tað er Bolivia hjálpin, sum stendur fyri tiltakinum. Tað er ein bólkur av studentaskúlanæmingum, sum roynir at bøta um korini hjá skúlanum Taepo í Bolivia, sum føroyingar hava verið við til at stovna.

Á Boliviakvøldinum í Perluni ber til at ogna tær lutir úr Bolivia, og at hoyra tónleik frá bæði kendum og minni kendum tónleikarum og bólkum.