Perlufríspark knekkaði B68

Hans Pauli Samuelsen er í serflokki, tá tað kemur til tekniskan bóltførleika í føroyskum fótbólti. Víkamaðurin vísti fleiri ferðir sínar dygdir, tá hann dribblaði framvið bæði einum og tveimum mótstøðuleikarum. Hans Pauli skoraði eisini perlufrísparkið, ið knekkaði toftamenn

Tað var dysturin, ið skuldi finna avbjóðarin til oddaliðini í Vodafonedeildini, sum var leiktur við Margári í gjár. Dysturin var bara tjúgu minuttir gamal, tá Alex Dos Santos hjá EB/Streymi mátti av vøllinum við álvarsamum skaða í øsklini. Hann varð koyrdur beint á landssjúkrahúsið til kanningar. Tað var lítið, sum skilti liðini í fyrra hálvleiki. Bæði liðini høvdu hvør sín stóra møguleika, men í báðum førum bjargaðu málmennirnir.

– Sigurin hevur stóran týdning fyri okkum. Nú kunnu vit aftur bjóða av í oddinum. Vit fóru eitt sindur niður við flagginum eftir tapið ímóti B36, men vit strídust í dag og hildu málið reint, tað var týdningarmikið, sigur Hans Pauli Samuelsen.

B68 hevði lotið undan í fyrra hálvleiki og høvdu lættari við at umseta deyðbóltar til vandastøður, men bara tí einu ferðina var veruliga brúk fyri Tróndi Vatnhamar í EB/Streyma málinum. Tróndur stóð annars ikki at byrja inni á dómaraseðlinum, men í evstu løtu mátti Rene Tórgarð geva avboð vegna skaða.

– Eg haldi at munurin í dag var vit fingu mál fyrst. Síðani glapp tað fyri teir og vit fingu mál nummar tvey og trý. Tað var avgerandi at vit fingu mál fyrst, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Tá seinni hálvleikur var góðar fimm minuttir gamal kom avgerðandi málið, ið knekkaði B68. Ein EB/Streyma leikari verður feldur stutt uttan fyri brotssteigin eitt sindur úti í høgru síðu. Við høgra beini sendi Hans Pauli bóltin upp um manngarðin og í tvørstongina og inn. Ein perla av einum frísparki, ið knekkaði toftamenn og setti lív í sundalagsmenn.

– Eg royndi bara at fáa bóltin uppum múrin og so langt upp sum eg kundi og tað eydnaðist. Eg og Alex Dos Santos hava vant fríspørk eitt sindur í ár, kanska ov lítið, men veðrið hevur ikki orduliga verið til tað. Tá veðrið er gott so venja vit tað, sigur Hans Pauli.

Hans Pauli var ein støðug hóttan ímóti toftamonnum. Fleiri ferðir dribblaði hann framvið bæði einum og tveimum toftamonnum.

– Viðleikarnir kenna meg eftir hondini. Eg eri ikki tann, sum stríðist mest. Eg haldi meg mest til at dribbla og tað álopskenda og tað haldi eg teir skilja. Eg eri fegin um at hava tað rolluna á liðnum, sigur Hans Pauli Samuelsen at enda.

Hin stóri leikarin í dystinum var Arnbjørn Hansen, ið skoraði til bæði 2-0 og 3-0. Tá tjúgu minuttir vóru eftir sendi Kristoffur Jacobsen Gudmund Nielsen avstað í høgru. Gudmund legði síðani innfyri til Arnbjørn Hansen, ið skoraði trygt. Tíggju minuttir skoraði Arnbjørn aftur. Hesa ferð uppá frálíkt mótálop. Sendur avstað oman í vinstru síðu, dregur hann framvið tveimum toftamonnum, áðrenn hann sendur bóltin flatt inn við nærmastu stong.