Perlan verður endurreist á gomlu grundini

Leivur Thomsen
----

Nei, tað verður hon helst ikki. Men grundin við Mylnugøtu hevði riggað væl til ein uttandura pall í framtíðini, tá ið bilferðslan einaferð verður avmarkað í økinum. Breið semja tykist vera um, at spælistaðið verður Reinsaríið í Tórsgøtu. Har er pláss til eini 150 fólk. Eisini er í serligum føri møguleiki fyri at víðka um hetta við einum tjaldi á økinum fyri framman - júst sum vit gjørdu, tá ið vit í felagnum Mentón skipaðu fyri marathonkonsert har í 2010.

Arkitektastovan hjá Mayfinni Norðoy hevur gjørt tekningar til nýggja spælistaðið, og klárt er at fara í gongd. Sagt verður, at bert tey formligu loyvini eru eftir, so sum brunagóðkenning. Men hygg - nú, so nógv tíð er fráliðin, trúgvi eg ongum, fyrr enn eg síggi tað við egnum eygum. Hóast sagt verður, at tað gongur fínasta slag, er onki garanti fyri, at spælistaðið veruliga kemur. Tí er umráðandi, at man fylgir gongdini til enda - og tað fari eg at gera. Sum útlærdur tónleikari er hetta eitt av mínum náttúrligu hjartamálum, sum eg fari at trýsta á fyri at fáa ígjøgnum.

Eg spældi annars í Reinsaríinum til eina móttøku í 2008 stutt áðenn seinasta býráðsval. Borðreitt varð við pinnamati og "perlandi" víni, tá ið borgarstjórin, hábærsligur, trein fram og bedýraði, at nú høvdu tónleikarar í høvuðsstaðnum endiliga fingið sítt kæra spælistað. Ja, mong vóru (brotnu) vallyftini, vit hava bíðað, og enn er onki hent, so nú stilli eg bara upp. Og um so skuldi verið, stilli eg eisini gjarna upp (við stemmaðum gittara) til at spæla til ENN eina móttøku - og hesuferð verður tað veruleiki!

Vit hava hópin av evnaríkum tónleikarum í kommununi, men umstøðurnar eru ikki tær bestu. Tað er eitt av mínum (sjálvsøgdu) hjartamálum at betra um tær - ikki bara viðvíkjandi spælistaði, men eisini øllum møguligum øðrum viðurskiftum.

Umframt tónleikin havi eg eisini nógv annað uppá hjarta - meiri um hetta seinni.

X miðbý, X mentan og list, X Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari, Tjóðveldi

Les fleiri greinar hjá mær her:http://www.facebook.com/LeivurThomsenValevniFyriTjodveldi