Perlan tikin í nýtslu á altjóða Sálarheilsudegnum

Tað var Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum í morgun setti altjóða Sálarheilsudagin. Hetta hendi í nýggju hølunum í Tórsgøtu, sum hevur fingið navnið PERLAN. Heðin Mortensen borgarstjóri segði:

Vælkomin til Sálarheilsudagin 2009 og nýggju Perluna!

Først en særskilt velkomsthilsen til Arnhild Lauveng fra Norge. Du skal på dagen få en ganske særlig hilsen for din vennlige gestus at besøke os, og dele ut av dine erfaringer, når det gjelder recovery. Kanskje kann vi over dagen - via nynorsk, som er halv færøysk - finne ett mere hjemligt ord for dette begrepp. Men det viktige er, at du stiller opp og forteller din egen, sterkt personlige historie, om netopp recovery. At komme seg etter sykdom og ikke bare at fungere i samfunnet, men også att bli en bestseller og kapasitet på området. Velkommen til psykiatridagen vår, Arnhild!

Góðu áhoyrarar!

Hetta økið, vit eru í, er partur av gomlu Havnini. Hiðani stava nógvar søgur um smugling og loynihandil fyri øldum síðani. Vit kunnu siga, at hesin partur av Havnini, er hin hendingaríkasti og mest spennandi í øllum býnum. Heilt frá sjóvarmálanum við Vágsbotn og niðan gjøgnum øll skotini, niðan í hin livandi og grøna Grasagarð og heilt niðan í Varðholuna, har Havnarfólk goymdu seg fyri sjórænarum.

Hesa býarmynd, sum í dag er heilt ítøkilig og sjónlig fyri okkara eygum, kunnu vit føra yvir á tykkara átak, sum byrjar í dag, Sálarheilsudagin 2009.

Sálarheilsa og sálarsjúka eru hendingarík øki og lukkutíð eru mong, leik sum lærd, ið finna hesi somu øki spennandi. Tí fyri okkara eygum eru hesi øki oftast avbyrgd og tykjast fara fram í loyndum. Júst sum í loynihandilstíðini, sum blómaði í hesi fjaldu lagd, niðri í Havnini.

Men kanska er ein stórur partur av hesum bara mytir og sagnir. Vit vita tað ikki fyri vist og kunnu bara seta okkara álit á opna gransking, opna vitan og so vanligt forvitni.

Júst í hesi hugsan er tykkara átak, Sálarheilsudagurin 2009, eitt kærkomið tiltak.

Endamálið við Sálarheilsudegnum er at varpa ljós á viðurskifti hjá sálarsjúkum, umframt at upplýsa, hvat er myta og fakta á hesum øki. Eg skilji, at tit innan føroysku psykiatriina hava í felag valt yvirskriftina Recovery - at koma fyri seg og hvat so? Við einum spurnatekni í endanum.

Vælkent er, at nógv tabu og stigmatisering er kring sálarsjúka. Hetta kann gera tað trupult at fáa fótafesti aftur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal tæna tykkum til rós, at tit seta hetta vandamál undir ljós og leggja fram fyri okkum, hvat einstaklingar sjálvir hava upplivað og hvussu granskingin og professionella umhvørvið handfer hetta øki, ið vit øll kunnu gerast partur av.

Recovery er prosessin at koma fyri seg. Aktivt at arbeiða við sær sjálvum og aldri at geva upp. Og ikki minst at sleppa gamlari vanahugsan, eisini um viðgerð. Hetta setur stór krøv til okkum øll, skulu vit vera realistisk, men samstundis eisini optimistisk. Og hin mest optimistiska søgan, sum er úr Norra, verður søgd her í dag. Frá at hava verið sjúk í mong ár er hon í dag sálarfrøðingur og høvundur at metsølubókum um recovery ? tað at koma fyri seg aftur.

Sama kunnu vit siga um virðisløntar filmar, sum við sama vinkuli byggja á veruligar lagnur. ?A Beautiful Mind? er eitt dømi. Eg skilji, at tað er henda opinleika tit leggja upp til við ársins Sálarheilsudegi. Sum borgarstjóri í høvusstaðarkommununi kann eg ikki annað enn fegnast um hesa vinkling og hetta afturvendandi átak.

Við hesum fáu orðum úr nýggju Perluni í loyniliga smugglarahjartanum í Havn, vil eg lýsa Sálarheilsudagin 2009 at vera opnan og alment settan segði Heðin Mortensen.