Perlan karmur um demenstiltak

Endamálið við tiltakinum í Perluni í kvøld er at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demens og teirra avvarðandi.

Nú nýggjárið gott og væl er farið aftur um bak, fer Alzheimerfelagið aftur at skipa fyri tiltøkum eins og áður.

 

Fyrsta tiltakið í vetur, sum verður í kvøld, mikukvøldið 31. januar klokkan 19 í Perluni í Havn, er ætlað avvarðandi, fakfólki, fólki innan umsiting, politikarum og øllum við áhuga í demenssjúkum.

 

Í Alzheimerfelagnum siga tey, at endamálið við tiltakinum er at fáa eina hóming av, hvør tørvurin er hjá fólki við demenssjúkum, teirra avvarðandi og um annað í hesum sambandi.

 

- Vit vóna, at nógv fólk taka av tilboðnum. Tiltakið viðkemur áhugaðum kring alt landið, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur felagið.

 

Í kvøld fer Marjun Restorff, demenssamskipari, at kunna um demensklinikkina, og Herborg Petursdóttir, demenssamskipari, fer at kunna um tilboðini, sum Tórshavnar kommuna bjóðar fólki við demenssjúkum.

 

- Elin Danielsen, eindarleiðari í trivnaðareind 8 og Poula Sørensen, demenssamskipari frá dagtilhaldinum Skótarók, fara at kunna um tilboðini, sum Almannaverkið bjóðar fólki yngri enn 67 ár.

 

Alzheimerfelagið sigur, at eftir hesar framløgur verður orðið frítt, eins og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

 

- Vit bjóða te og kaffi við onkrum gómagóðum afturvið, og tiltakið í Perluni í kvøld er ókeypis, siga tey í Alzheimerfelagnum.