Fríðálvur Jensen
At tað kann gerast betri er altíð ein spurningur um prioritering, men eg eri sera fegin um, at vit hava fingið ein góðan og prýðiligan karm til okkara spírandi tónleik og tað mentanarliga virksemi, sum vit eiga her í høvuðsstaðnum og kring oyggjarnar.
Tíðirnar eru ikki so bjartar í løtuni, men eftir myrkrið kemur sólin aftur undan kavi, og eg eri vísur í, at úr kreppuni og tí negativa, vit eru fyri, fer at koma eitt enn betri, íkast til fantastiska tónleika- og mentanarlívið, sum fer at føra okkum longri fram á leiðini.
Tað er ómetaliga gott, at røddir eru í politisku skipanini, sum síggja nakað í hesum og sum vit fara at njóta gott av – takk fyri!
Vit eru líkasum á eini ferð, har tilgongdin er sera jalig og gevandi, og tað skulu vit bara fegnast um.
Røddir eru, sum halda, at tað átti at verði gjørd størri rúmd fyri hesum, men eg eri ikki í iva um, at tá búskaparliga rúmdin er til staðar, fara vit at síggja enn fleiri ambitiøs projektir á tónleikaliga- og mentanaliga økinum.
Takk fyri og Gleðilig Jól!










