Perlan er hent - men bert fyribils

Snarskivan hjá Tórshavnar Kommunu flytir nú í Perluna at vera, tí ein umbygging verður gjørd í verandi hølum.

Nú klokkan 13 verður latið upp í Perluni í Tórsgøtu, har sostatt høvuðsmóttøkan hjá kommununi verður hetta tíðarskeiðið.

Hvønn einasta dag vitja nógv fólk í Snarskivuni, og sigast kann, at henda tænastan er væl umtókt av borgarunum í høvuðsstaðnum. Nú verður so flutt í annað stað, ið ikki beinleiðis er gjørt til endamálið, men sum kortini verður eitt hent amboð hjá viðskiftafólkunum.

Eitt fyribils skrivstovuumhvørvi til 7 starvsfólk við kjarnuuppgávunum hjá Snarskivuni er sett upp til endamálið, meðan journalur og telefonmóttøkan hevur fingið innivist í øðrum skrivstovubygningum hjá kommununi.

- Perlan er ikki gjørd til hetta endamálið, men við røttu fyrireikingini og í eitt avmarkað tíðarskeið, meta vit ikki at hetta fer at merkja tænastustøðið, sigur Rókur Tummasarson, deildarleiðari.