Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð við Løkina í Runavík. Máltalvan vísir 3-2, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyr 1-0 við máli, sum miðverjin Jóhan Troest Davidsen skoraði, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Petur Knudsen átti innleggið, og Jóhan var fyrstur á, eftir at Steffan Løkin royndi seg. Steffan var í kvøld í NSÍ álopinum í staðin fyri Klæmint A. Olsen, sum fyri stuttum er vorðin pápi.
Oyggjaruppgerðin var eyðkend av, at lágættarvindurin lá tráur inn eftir vøllinum. Tað bar við sær nógvar óvæntaðar støður og nógvar spentar støður.
Lítla løtu eftir steðgin javnaði Sølvi Vatnhamar við brotssparki, eftir at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Jann J. Benjaminsen helt í Jákupi Johansen.
So sá tað út til, at tað var Víkingur, sum undan vindinum hevði hug at seta seg á spælið, men brádliga, tá ið ein tími var farin, lá bólturin aftur í málinum hjá Víkingi, og so var 2-1. Jann J. Benjaminsen lyfti bóltin úr høgru og í handaru síðu av málteiginum hoppaði bólturin tvær ferðir, meðan fleiri hugdu at, og so smekkaði Petur Knudsen til og skoraði til 2-1 og lyfti seg harvið einsamallur upp á máltindin.
Víkingur javnaði enn einaferð við brotssparki, sum varð dømt fyri hond á bóltinum. Aftur var tað Sølvi Vatnhamar, sum trygt umsetti úr ellivu metrum og upp í nettakið. Tá vóru 70 minuttir farnir
-Vit iðra okkum. Í fyrra hálvleiki kundu vit verið aftanfyri við meiri enn einum máli, men í seinna hálvleiki sótu vit á tí, og vit høvdu uppiborið meiri enn tepurt tap í kvøld. Nú er Europa burtur næsta summar, men vit arbeiða miðvíst víðari við tí í huga, at vit fyrireika okkum til næsta ár, sigur Víkingaveteranurin Sølvi Vatnhamar.
Tá ið støðan var 2-2, var spenningurin øgiligur. Tað gekk skjótt úr øðrum endanum og í hin, og tað vóru spentar støður og møguleikar í báðum endum.
At NSÍ skifti út og flutti Rógva Egilstoft av vongverjanum í vinstru og fram á miðvøllin vísti seg at vera avgerandi. Eitt sindur tilvildarliga datt bólturin tíggju minuttir undan leikloki fyri føturnar á Rógva Egilstoft, sum 19 metrar úr málinum takkaði fyri og smekkaði bóltin upp í málkrókin.
3-2 til NSÍ, sum megnaði at halda tørn, hóast trýstið hjá víkindunum var stórt. Tað bar støður og møguleikar við sær í báðum endum.
Heimamenninir fegnaðust eftir síðsta bríksl. Sigurin ber við sær, at teir fyri fyrstu ferð í ár hava vunnið stig ímóti Víkingi, og at teir í átta teimum síðstu dystunum hava vunnið fulla úrtøku.
-Hetta var øðrvísi, enn tað plagar at vera. At vit megnaðu at reisa okkum tvær ferðir, eftir at teir høvdu javnað vísir, hvønn hugburð okkara spælarar hava. Teir royndu við nógvum spælarum frammarlaga og í millumrúmunum, so tað var torført at verja, og vit eru fegnir at hava vunnið øll stigini ímóti Víkingi, sum spældi heilt væl. Tað var sjálvandi saknur í Klæminti A. Olsen, ið bæði sum málskjútti og liðformaður er sera týdningarmikil, men Steffan A. Løkin var óførur og góður í álopinum, sigur NSÍ miðverjin Jóhan Troest Davidsen.
NSÍ er næstfremst við 56 stigum og er átta stig aftanfyri toppliðið HB.
Mikukvøldið skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti HB, og tá fær Víkingur vitjan av KÍ.