Tað er ikki bara í Føroyum og Danmark, at framførslurnar hjá Sveini Gaard Olsen hava vakt ans. Perez Hilton, stjørnubloggarin mikli, ið skrivar um allar stjørnurnar »over there«, skrivar í dag um X Factor finaluna í Danmark. Her er tað hvørki Ida ella Blachman, ið eru áhugaverd, men Oh Land og Sveinur.
Oh Land, sum Sveinur framførdi við fríggjakvøldið í Jyske Bank Boxen, er ein av fáu donsku bólkunum, sum hava fingið fótin fyri seg í USA. Tí vekir tað eisini ans har, at bólkurin framførdi til X Factor-finaluna í Danmark.
Perez Hilton kallar framførsluna hjá Oh Land og Sveini fyri ótrúliga og pallmyndina fantastiska. Harumframt hevur Perez Hilton eisini lagt eina leinkju út til framførsluna hjá Sveini. Les stuttu umrøðuna hjá Perez Hilton um Oh Land og Svein her: perezhilton.com/2012-03-27-x-factor-denmark-finale-oh-land-sveinur-performance
Gaman í, Perez Hilton hevði neyvan nevnt Svein, um hann ikki framførdi við Oh Land. Men tað var júst tað hann gjørdi, og í USA viga orðini og reglurnar hjá Perez Hilton tungt. Tí skal týdningurin av, at framførslan hjá Sveini saman við Oh Land, sum bæði Blachman og Cutfather skýrdu at vera hansara besta í X Factor yvirhøvur, nú liggur á blogginum hjá Perez Hilton, ikki undirmetast.










