Ísraelski verjumálaráðharrin, Amir Peretz, slakar fyri trýstinum og fer frá seinni í hesum mánaðinum. Eins og Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevur Amir Peretz verið fyri hvøssum atfinningum fyri sín lut í krígnum millum Ísrael og Hizbollah seinasta summar, og í gjárkvøldið segði hann, at hann fer frá, tá Arbeiðaraflokkurin fer at velja nýggja leiðslu tann 28. mai.
Hósdagin gingu umleið 100.000 fólk kravgongu í Tel Aviv, har tey kravdu, at Olmert og Peretz skuldu leggja frá sær.
Tað ger Peretz nú, men Olmert heldur uppá, at hann fer ikki at leggja frá sær, hóast meiningakanningar hava víst, at tveir triðingar av ísraelska fólkinum vilja hava hann frá.










