Per Stig Møller ætlaði sær á fundin

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller segði ja takk, tá hann fekk innbjóðing til at koma á fund við starvsbrøðurnar úr Kanada, USA, Noregi og Russlandi um viðurskiftini í Arktis. Men nakrar dagar seinni bleiv Lene Espersen uttanríkisráðharri, og hon gav avboð til fundin.

Skjøl, sum Ekstrablaðið hevur fingið innlit í, vísa, at Per Stig Møller helt fundin hava stóran týdning. Í takkarsvarinum til kanadiska vertin skrivaði hann, at hann metti fundin vera sera umráðandi fyri strandarlondini í tí arktiska økinum.

Lene Espersen hevði ikki somu uppfatan. Tá hon gav avboð til fundin, segði hon grundgevingina vera, at hon var júst vorðin ráðharri, at hon hevði gjørt aðrar avtalur, og at hon hevði nógv at gera sum floksformaður. Tað vírir ein telefonsamrøðuútskrift, sum Ekstrablaðið hevur fingið innlit í.

Nakrar dagar seinni fór Lene Espersen til Mallorca saman við familjuni at halda frí.