Ein av teimum best kendu og best umtóktu konservativu politikarunum í Danmark, Per Stig Møller, sigur nú, at verandi valskeið verður hansara seinasta í Fólkatinginum. Hann hevur gjørt av, at hann stillar ikki upp á næsta vali, og tað er heldur ikki vist, at hann verður tinglimur alt valskeiðið, sigur hann.
-Í veruleikanum ætlaði eg ikki at stilla upp á valinum í heyst, men tey bóðu meg halda fram. Men so er eisini greitt, at eg stilli undir ongum umstøðum uppaftur, sigur tann 69 ára gamli Per Stig Møller við Berlingaran.
Per Stig Møller hevur verið fólkatingsmaður síðani 1984. Hann hevur eisini verið umhvørvismálaráðharri, uttanríkisráðharri og seinast menta- og kirkjumálaráðharri.