8. juli andaðist fyrrverandi vegamálastjóri í Danmark, Per Milner.
Í donskum minningarorðum verður hann m.a. nevndur sum størsti danski byggiharri, síðan kirkjurnar í sínari tíð vórðu reistar kring landið.
Heitið stendst av tí stóra “H”- skapaða motorvegakervinum, ið fevnir um alt landið, og sum frá luftini líkist einum H.
Ætlanin kom longu fram í 1936; men av ávísum orsøkum, eitt nú av krígnum og fíggjarligum umstøðum, varð hon ikki framd fyrr enn undir tíðini, Per Milner sat sum vegamálastjóri og hátíðarliga saman við kongshúsinum í 1994 opnaði seinasta strekkið við Århus.
Sjálvur minnist eg Per Milner serliga sum arbeiðisfelaga fyri meira enn hálvari øld síðan í vegagerð í gamla Persia undir hansara hátign, Mahmad Reza Shah Pahlevi, hjá danska felagnum KAMPSAX, tá vit í áravís húsaðust í tjaldi, mátaðu upp lendið, teknaðu kort at leggja vegin eftir, prosjekteraðu tey strekki, gerast skuldu og fingu strekkini lutað sundur í umleið 50 km til hvønn at hava eftirlit við, til vegagerðin var liðug.
Borin í heim, 25. nov. 1926, sum sonur tiltikna “kongin av Bornholm”, Christopher Milner, amtsvegamálastjóra, hevði Per lyndi til at vera heldur enn ikki ráðaríkur, og við hvørt stóð hart ímóti hørðum; men trúgvari starvsfelaga verður leingi at leita eftir, og okkum í føroysku vegagerðini var hann í norrønum høpi av sonnum hollur stuðul, m.a. annað eydnaðist Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, Jógvani Nolsøe og Per Milner at fáa okkara oyggjafelag, sum tað einasta, limaskap sum serstak tjóð í NVF – Nordisk Vejteknisk Forbund.
Honum og eftirmanni Mikkjals, Henningi Jacobsen, landsverkfrøðingi, fyri at takka var gongd við at koma í føroyska luttøku í alheims vegagerð eftir sama leisti sum Per Milner hevði lagt til rættis og við góðum úrsliti roynt í Danmark; men tann inntøkukeldan varð sum kunnugt, so løgið tað ljóðar, turrløgd, tá Landsverkfrøðingsstovnurin av politiskum ávum í 1998 varð skorin niður frá framskygdum framherja til hald, ábøtur og eftirlit, alt gott annars um tað at siga.
At Per Milner ikki lá á tí latu síðuni, sæst sambært “bláu bókini” av, at hann, eftir lokna útbúgving og hertænastu, í 2 ár starvaðist hjá Kbhs. Amtsvejvæsen, 2 ár í ráðgevandi felag í San Fransisko, 6 ár hjá KAMPSAX í Persia og í tíðarskeiðinum, 1962 – 1996, í Dansk Vejdirektorat, tey seinastu 24 árini sum vegamálastjóri.
Í 1967 var hann fyri heimsbankan gjøgnum KANPSAX leiðari av eini kanningarferð til Brasilia at gera yvirlit yvir støðu landsins í vegahøpi.
Per Milner var nevndarlimur og/ella stýrislimur í 29 feløgum og fyritøkum og, í flestu av teimum teknisku, ávís skeið sum formaður.
Hann var heiðurslimur í Rådet for større Færdselssikkerhed, Nordisk Vejteknisk Forbund og Dansk Vejhistorisk Selskab. Fráfarin fyri aldur tók hann í 2003 prógvið Bachelor of Arts (KbhsUnivers.) í eystureuropiskari søgu.
Per Milner legði eisini eftir seg nógv søguligt tilfar frá drúgvum royndum, og kundu bøkur verið skrivaðar um mannin sjálvan; men tað ber ikki til í stuttum minningarorðum, og fari eg vegna mongu verandi og farnu vinfólk hansara í Føroyum við hesum fáu orðum í samkenslu við øllum hansara at lýsa frið yvir minnið um føroyavinin Per Milner.
---------------
Á ólavsøku 2011
Heini Olsen