Per Eirik Hals til minnis

Hósdagin 29. August í ár sovn­aði Per Eirik burtur úr hesum heimi. Hann hevði verið veikur í longri tíð. Eing­in skal um sín dag ganga, og sjeyti tvey ára gamal bleiv Per Eirik, og er hetta ikki høgur aldur, tá ið deyðin pikkar uppá, og síðsta sporið skal stíðast í hesum veraldar heimi.
Hann var giftur við Else­beth Reines, dótt­ir Tominu og Poul Rein­es, pápabeiggja, úr Fugla­firði. Sostatt vóru vit systkina­børn. Tey settu seg niður við Grimseydvegen 155 í Rodal uttan fyri Bergen og fingu 3 dreingir- Erland, Thomas Paul og Alfred. Per Eirik var lærari í Skeie skúla, og Elsebeth var sjúkrasystir.

Býlið
Teirra heim lá uppi á eini høvd og nart við runnavøkstur og trægreinar, sum stóðu næst við tey reyðdæmdu húsini. Her var friðsælt , eins og eitt einbýli, og einbýlið kann ikki metast við tað, tað er vert. Her hava Elsebeth og Per Eirik havt manga góða og friðsæla løtu í tí farna, har tann kosmiski andin hevur ávirkað sinnið og nørt um teirra vitborna vit og skil, sum kom mongum til góðar á ymsan hátt.
Javnan hava tey vitjað her á klettunum og tikið í klink­una hjá familju, vinum og kenningum. Hetta var tignarligt og kærleiksfult soleiðis at stíga inn um gátt og skifta orð um leyst og fast – mentanarlig hugtøk, skaldskap, tónleik, sang, átøk í kristnari siðvenju, familju, vina­bond og staðfesta seg sum ein part av einari før­oyskari bygd, Fuglafirði, sum stóð hjarta teirra næst. Hetta var høvuðsstaðurin í einum kensluligum ráki, sum vit onnur mugu ásanna, at so var. Elsebeth og Per Eirik bóru hetta innast inni við sín barm, ta tíð tey hava havt saman. Sigast kann, at tey høvdu tvey býli - eitt í Fuglafirði og eitt í Rodal. Barnaheimið hjá Elsebeth, um Heygar, liggur næst kirkjuni, og undir hesum bitum búleikaðu tey mangt eitt summarið. Meðan tey vóru her, so vóru tey altíð í kirkju, og sótu tey undir guðs­tænastuni trúliga á fimmtfremstu bríkini mann­fólka­megin. Aloftast vóru tey her um sumrarnar, men onkuntíð um jóltíðir. Trý tey seinastu árini hevur sætið teirra á hesi brík staðið tómt vegna sjúku.
Per Eirik var Føroya vinur frægi, og løgið hevur tað verið, at hesin flytifuglur ikki hevur gingið húsanna millum í Fuglafirði trý tey seinastu sumrini. Hann er nú so fluttur í ein annan bústað og situr á eini aðrari brík í Himnaborg.

Bergen 1985 og 2007
Mangar løtur her á landi og í Bergen eru komnar inn um stokk í mentanarligum ráki teimum til heiðurs og okk­um øðrum at gagni. Fyrstu ferð var 1985, tá ið vit vitjaðu Bergen við Fugla­­fjarðar Gentukóri og sungu í kirkjum, skúla og á gongugøtu. Vitjaðu Trold­haugen, heimið hjá Ninu og Edvard Grieg, har Audun Kayser, pianistur, leiddi okk­um kring henda edla stað og segði frá um Edv. Grieg og Ninu. Vitjaðu á Siljustøl, har Harald Sæverud búði- norskur komponistur, og úti á Lisøen, har Ole Bull hevði sín summarbústað. Hetta var ein hugtakandi túrur, sum livir sítt fríska lív í sinninum sum ein klárur summarløkur. Blíð og hjartalig vóru tey ímóti okkum, og var allur hópurin boðin inn til ein góðan bita við Grimseydvegen hjá Else­beth og Per Eirik.

Siljustøl og Harald Sæverud
Soleiðis var hvørja ferð, vit vóru í Bergen og vitjaðu. Seinast var, tá ið vit vóru við einum bólki úr 8. flokki í 2007 úr Fuglafjarðar skúla, sum hevði myndlist, at vit fóru til Bergen at hyggja at list og vitjaðu teir vælumtøktu listaskálarnar- Lysverket, Rasmus Meyers Samling og Stenersen Samling, sum goyma at list líka frá 1400 til dagin í dag. Aftur hesa ferð stukku vit inn á gólvið á Siljustøl, men nú var eingin Harald Sæverud . 1985 var hann 88 ára gamal og doyði í 1992, og helt hann tá á sinni eina røðu fyri okkum, har hann greiddi frá um tónleik sín, t. d. Rondo Amoroso og um brævasambandið, sum hann hevði havt við William Heinesen, sum tá var 85 ára gamal .
Hann átti 3 synir: Steinung, Tormud og Ketil. Hann greiddi frá um Steinung, sum gekk á gólvinum ein dagin og sá so hugtungur út: “ Steinung er du kedd af det?” Segði hann við hann – “ Ja. Papa!” So setti Harald Sæverud seg við klaverið og fór undir at tónseta Rondo Amoroso, sum tú kanst hoyra á YouTube, og kemur tað kensluliga væl fram, har ein syrgin smádrongur, sonurin, gav honum íblástur til hetta tónleikastykkið. Við sum gávu til Harlad Sæve­rud høvdu vit bókina Filsni og Hampafólk, um list­ina hjá WH. Tá ið hann fekk hesa gávu, segði hann um brævasambandið teirra millum. Hetta var hugtak­andi.

Jan Henrik Kayser
Eftir hesa løtu fóru vit nið­ur í konserthølið, sum var í húsinum, har Jan Hen­rik Kayser- føddur 1933, pianistur, sum í eini 40 ár arbeiddi saman við Harald Sæverud, sum greiddi frá um sín tónleik, og Jan Henrik Kayser spældi klavertónleik hansara. Henda dag spældi hann Rondo Amoroso og Kjempeviseslåtten, sum eru hugtakandi klaverstykkir av Harald Sæverud. Við á hesi konsert vóru Alexandur Kristiansen, Carolina Matras, sonur teirra, Sám­al Kristiansen, Heðin Kambs­dal, Jógvan og Odvør á Lakjuni og synirnir, Høgni og Bárður, Frits Joahnnesen og synirnir, Theodor Erling og Jóhan og Eyðun á Lakj­uni. Ì hesum hópi, henda navn­frama dag, vóru Per Eirik og Elsebeth , og sótu tey mitt ímillum okkum... og saman við tríati ungum sprundum úr Fuglafirði.
Hetta var ein hugtakandi løta, sum nú rennur fram í sinnið, nú Per Eirik hevur lagt árarnar inn. Ja, tað kundi verið sagt um fleiri slíkar løtur bæði her heima og í Bergen.

Endi
Ja, eingin skal um sín dag ganga, og hvørt spor skal stígast. Fetini saman við Per Eirik vóru ikki keðilig. Hann kendi nógv fólk. Harald Sæve­rud og Jan Henrik Kays­er kendi hann væl, og Silju­støl liggur eisini í Rodal, og var han ikki fremmandur her. Eg nevni hesa løtu, sum gjørdist ein varði á okkara leið, og runnu vit mangan aftur á hesa lívsælu stund, sum lívgaði um sinnið. Tað vóru mangar slíkar løtur á ymsan hátt, sum dagliga góvu íblástur til tilveruna , men kanska er tað so, at tann vakrasti varðin í hesi gongd, var Per Eirik sjálvur.
Friður veri við okkara góða vini, Per Eirik Hals.
----
Frits Johannesen