Stovnarin av Demokratunum í Grønlandi, Per Berthelsen, er farin uppí aftur Siumut, har sum hann varð koyrdur úr í 2001. Per Berthelsen er eftir floksskiftið vorðin limur í formansskapinum í Landstinginum, fíggjarnevndini og uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini, skrivar KNR.
Nýggju nevndarsessirnir eru ein dreymur fyri meg, eg eri sera væl móttikin í Siumut, eg fari nú at fylgja tí kós, sum flokkurin hevur sett, sigur Per Berthelsen