Per Arnoldi í Listaskálanum

Per Arnoldi hevur eyga á Føroyar. Og Føroyar hava eygu fyri einum persónleika í listaheiminum. Einum listamanni, sum er kátur, greiður og vísir innlit sum fáur. Ein myndamakari og orðalistamaður í senn. Øll list er samskifti, men summi listaverk eru tað meira enn onnur. Tað er tann listin, sum nærkast snið­geving og tískil hevur ein á­vísan boð­skap ella hev­ur ávísa ávirkan til end­a­máls.

Í hesum ríki millum fría list og list við einum end­a­máli hevur danski list­a­mað­ur­in og snið­gev­in ­Per Arn­ol­di ar­beiðs­øki sítt. Og her rør­ir hann seg við kønum fín­leika, dugnaskapi og eld­hugi.
At list er samskifti fyri Arnoldi, vísir seg eis­ini í virki hans­ara sum list­a­miðl­ari og íðin lut­tak­ari í orða­skift­i­num um list: vitandi, ske­m­t­andi, hittinorðaður.
Arnoldi er best kendur sum plak­a­list­a­mað­ur: Al­køna og hug­vekj­andi syn­t­esa hans­ara av mynd og orð­um í mátt­mikl­um og ó­gloym­andi pla­k­a­t­um er í heims­klassa. Somu­leið­is eru ar­kit­ek­ton­isku lit­set­ing­ar hans­ara á altjóða stigi.
Friðarligari er um mál­ar­an og myndahøggaran Arn­oldi, men myndlistin er týdn­ing­ar­mik­il sum roynd­ar­stova hjá øll­um hin­um, og eis­ini í henni valdar herðing, vak­urleiki og avlopsmegi.
Tað er í hesum, at tætta sam­band Arnoldis við al­tjóða min­i­mal­ism­una er greið­ast, men andin hoyrir til am­er­i­kansku popp-list­ina. Ar­n­oldi sameinir “less is more” við “yes is more” í eini hægri eind.
Framsýningin í Lista­savni Føroya frá 23.9. til 6.11. 2011 vísir eitt úrval av bestu plakatunum eftir Per Arn­oldi frá 1970-árunum og fram til í dag saman við máln­ing­um, skuðrmyndum og leirlist frá seinnu áru­num.
Til framsýningina kemur ein mynd­prýdd bók út við grei­n­um eftir Nils Ohrt, savns­leið­ara, og Mikael Wivel, dr.phil..