Pep vísti FCK náði og skifti Erling út

Champions League: FCK slapp við skrekkinum og Lionel Messi vísti aftur heimsklassa

Í gjár var seinna hálva av 3. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Erling B. Haaland og Manchester City vunnu 5-0 á FCK, og Lionel Messi skoraði eitt vælspælt mál í Portugal.

 

Bólkur E:

 

Redbull Salzburg vann 1-0 á heimavølli móti kroatiska Dinamo Zagreb við brotssparksmáli, meðan Chelsea vann greiðan 3-0 á AC Milan. Við hesum úrslitunum er alt víðopið undan seinnu hálvu. Salzburg er á odda við fimm stigum. Chelsea og AC Milan hava fýra í part og Dinamo Zagreb hevur trý.

 

Chelsea – AC Milan 3-0

 

Redbull Salzburg – Dinamo Zagreb 1-0

 

Bólkur F:

Real Madrid hevur beina kós móti bólkaspælinum við trimum sigrum upp í slag. Hesa ferð vann Real Madrid 2-1 á ukreinska Shakhtar Donetsk. Dysturin um annað plássið er harður. Serliga fyri Celtic, sum stendur eftir við einum stigi eftir 3-1 ósigur fyri RB Leipzig.

 

Real Madrid – Shakhtar Donetsk 2-1

 

RB Leipzig – Celtic 3-1

 

Bólkur G:

 

Erling B. Haaland bleiv skiftur út í hálvleikinum móti FCK, eftir at hava skotið tvey av teimum trimum málunum. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, helt fyri at norska heimsstjørnan hevur spælt í meira lagi seinastu tíðina. Tað endaði 5-0 og City hevur enn fult stigatal.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Borussia Dortmund heili 4-1 í Sevilla. Heimaliðið valdi eftir dystin at koyra venjaran. Jude Bellingham var kosin til dagsins spælara. Hann væntast at skifta til eitt stórfelag komandi summar. Dortmund hevur seks stig, fimm fleiri enn Sevilla og FCK.

 

Manchester City – FCK 5-0

 

Sevilla – Borussia Dortmund 1-4

 

Bólkur H:

 

Lionel Messi var stóra upplivingin, tá PSG var á vitjan hjá Benfica. Lionel Messi skoraði eitt framúr mál, sum kom eftir gott og skjótt spæl millum heimskendu tríeindina Kylian Mbappe, Neymar og Lionel Messi sjálvan. Tað var ikki nokk til at vinna dystin, sum endaði 1-1.

 

Juventus rennur aftaná PSG og Benfica, sum nú hava sjey stig í part. Fyrsta treyt fyri at bjóða av, var at vinna á Maccabi Haifa. Tað eydnaðist við einum 3-1 sigri á heimavølli.

 

Benfica – PSG 1-1

 

Juventus – Maccabi Haifa 3-1