Her var drúgv og áhugaverd skrá, har Jaspur Jacobsen, formaður í Bláu Bylgju bjóðaði vælkomin og greiddi frá tiltakinum. Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu greiddi frá verkætlanini við Djúpumýru – nýtt graslíki í summar, nýggjar ljósmastrar, nýggja rennibreyt, nýggjan venjingarvøll og mikið annað gott.
Mikkjal Thomasen greiddi frá hópinum 2019 og lovaði, at dystin í morgin vinnur KÍ, tá vóru sjálvandi lógvabrestir at hoyra. Hann røsti KÍ-hópinum nógv, og at teir kendu seg sum eitt sterktlið, ið stóð saman.
##med2##
Tekst og Myndir: Dávur Winther
Hann minnti fjøldina á, sum var komin saman, at vera vinnilívinum í Klaksvík og Klaksvíkar kommunu takksom, tí uttan tann dygga styrk og stuðul, KÍ hevði fingið frá teimum, hevði staðið illa til, segði Mikkjal Thomasen, venjari hjá KÍ.
##med3##
Karl Martin Samuelsen og Pætur við Keldu framføra KÍ sangir á pallinum, meðan dekkað var upp við heitum og vælsmakkandi Pizza og Sunkist afturvið, sum varð boðið gestunum.
Ymsar framførslur vóru pallinum, kaffiborð og skjótikappingar, sangskriving og annað. Eisini bar til at fáa tikið eina mynd av tær saman við einum av teimum KÍ-spælarunum, sum tú heldur mest av – frammanfyri einum KÍ-flaggi. Tað vóru fleiri, ið nýttu hetta høvið, tó kanska serliga børnini.
Eitt frálíkt tiltak í einum ikki minni frálíkum hølum í Spinnarínum, sum enn einaferð vísti seg frá tí góðu síðuni.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##