Pep og City aftur uttan sigur

Manchester City fekk bara javnleik

Tað gongur upp og niður hjá Pep Guardiola og Manchester City í løtuni. Í vikuni vann Manchester City á sjálvum FC Barcelona. Í dag bleiv tað til 1-1 javnleik móti Middlesbrough.

 

Sergio Aguero skoraði annars sítt mál nummar 150, fyri Manchester City stutt fyri hálvleik. Lítið – fyri ikki at siga einki – bendi á at Middlesbrough skuldi hava nakran møguleika, tá liðini fóru til hálvleiks.

 

Fyri triðju ferð upp í slag, eydnast tað ikki Manchester City at vinna í Premier League. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Marten de Roon til 1-1. Tað bleiv endaliga úrslitið.

 

Venjarin hjá Sunderland, fyrrverandi venjarin hjá Manchester United David Moyes, fekk tilgrongda luft í dag, tá norðurenska felagið vann 2-1 á útivølli móti Bournemouth.

 

Úrslitini í dag merkja, at Chelsea í kvvøld kann leggja seg á odda í Premier League, meðan Arsenal og Liverpool kunnu vinna oddasessin í morgin – alt eftir hvussu úrslitini laga seg.

 

AFC Bournemouth 1 - 2 Sunderland

Burnley 3 - 2 Crystal Palace

Manchester City 1 - 1 Middlesbrough

West Ham United 1 - 1 Stoke City

Chelsea 0 - 0 Everton (17.30)