Pep hevur aftur verið í lummanum

Premier League: Manchester City hevur keypt Matheus Nunes úr Wolverhampton

Manchester City hevur keypt Matheus Nunes úr Wolverhampton. Tað boðar felagið frá í dag. Portugisiski miðvallarin kostar Manchester City um 455 milliónir krónur.

 

Tað hevur ljóðað í eina viku, at Pep Guardiola vil hava 24 ára gamla miðvallaran til Manchester City. Matheus Nunes vildi so gjarna skifta til Manchester City, at hann noktaði at møta til venjing fyrr í vikuni, tí hann vil skifta.

 

Matheus Nunes, sum skal spæla við nummar 27, skifti til Wolverhampton á sumri 2022. Hann hevur verið settur í samband við onnur feløg, men sigur sjávur, at hann ikki kundi siga nei, tá Pep Guardiola og Manchester City vístu áhuga.

 

Manchester City hevur selt Riyad Mahrez, Aymeric Laporte, Ilkay Gündogan og Cole Palmer, sum eru avloystir av Mateo Kovacic, Jérémy Doku, Josko Gvardiol og nú Matheus Nunes.

 

Premier League - 4. umfar:

 

01.09Luton:West Ham
02.09Sheffield United:Everton
02.09Burnley:Tottenham
02.09Chelsea:Nottingham F.
02.09Manchester City:Fulham
02.09Brentford:Bournemouth
02.09Brighton:Newcastle
03.09Crystal Palace:Wolves
03.09Liverpool:Aston Villa
03.09Arsenal:Manchester Utd

 

Stigatalvan:

 

1Manchester City33006:19
2West Ham32107:37
3Tottenham32106:27
4Liverpool32106:37
5Arsenal32105:37
6Brighton32019:56
7Aston Villa32018:66
8Manchester Utd32014:46
9Brentford31206:35
10Chelsea31115:44
11Crystal Palace31112:24
12Fulham31113:54
13Newcastle31026:43
14Nottingham F.31025:63
15Wolves31022:53
16Bournemouth30122:61
17Sheffield United30032:50
18Burnley20021:60
19Luton20021:70
20Everton30030:60