Pep Guardiola til Premier League

Chelsea, Manchester City og Manchester United eru øll upp á tal

Tað ljóðar, at núvernadi Bayern Munchen venjarin, Pep Guardiola, verður at síggja í Premier League komandi kappingarár. Hann hevur boðað frá, at hann í komandi viku kunnger hvat framtíðin hevur at bjóðað.

 

Pep Guardiola, sum frá 2008 til 2012 var venjari hjá FC Barcelona, var undan setanini í Bayern Munchen settur í samband við Chelsea, Manchester City og Manchester United. Sambandi millum hann og hasi trý feløgini stendur við.

 

Í Chelsea er kreppa og søgurnar siga, at eigarin av felagnum, Roman Abramovich, er um at missa tolið við venjarnum, José Mourinho. Tó verður víst á, at tað kann kosta upp í 400 milliónir krónur at senda José Mourinho og hansara venjaratoymið heim.

 

Manchester United er í framgongd í mun til farna kappingarár, men ónøgdin millum viðhaldsfólkini veksur í hvørjum. Louis van Gaal hevur hálvt annað ár eftir at sáttmálanum, so her verður eisini gitt, at Pep Guardiola er ovast á listanum sum avloysari. Spurningurin er bara um Louis van Gaal situr sáttmálan út ella ikki.

 

Størsti favoritturin at fáa Pep Guardiola, um hann skiftur, er helst Manchester City. Í leiðsluni sita menn sum Txiki Begiristain og Ferran Soriano, sum báðir vóru í leiðsluni í Barcelona, tá Pep Guardiola var venjari har. Teir hava víst stóan áhuga fyri bæði spælarum, ungdómsspælarum og starvsfólkum hjá Barcelona farnu árini. Tí tykist púra greitt, at teir ynskja at fáa Pep Guardiola at føra Manchester City eitt víðari á altjóða fótbóltspallinum.

 

Pep Guardiola sigur við týsku tíðindastovuna, ARD, at í komndi viku verður kunngjørt hvussu framtíðin hjá honum sær út.