Í vikuskiftinum varð staðfest, at Bayern München á 25. sinni hevur vunnið Bundesliguna.
Ein onnur søga í søguni eru tey ótrúliga hagtøluni hjá núverandi venjaranum hjá Bayern München, Pep Guardiola.
Pep Guardiola, sum bert er 44 ára gamal, og hevur væntandi nógv ár eftir, sum venjari á hægsta støði, skrivar veruliga søgu.
Pep Guardiola hevur verið venjari á hægsta støði í seks ár, og hesi seks árini hevur hann megnað at vunnið fimm meistaraheiti. Trý við FC Barcelona, og tvey við Bayern München.
Samanlagt hevur tann 44 ára gamli venjarin vunnið heili 19 heiti í teimum 348 dystunum hann hevur staðið á odda fyri FC Barcelona og Bayern München. Av hesum 348 dystunum, hevur Guardiola staðið á odda fyri Barcelona í 247 dystum, og á odda fyri Bayern í 101 dystum.
Pep Guardiola hevur sostatt vunnið eitt heitið fyri hvørjar 18 dystir hann hevur verið venjari á hægsta støði, og tað er ófatuliga gott fyri ein so ungan venjara.
Her er uppgerðin hjá Wikipedia yvir heitini Pep Guardiola hevur vunnið uppá bara sjey ár, sum venjari á hægsta støði :
- FC Barcelona :
- FIFA Club World Cup: 2009, 2011
- UEFA Champions League: 2008–09, 2010–11
- UEFA Super Cup: 2009, 2011
- La Liga: 2008–09, 2009–10, 2010–11
- Copa del Rey: 2008–09, 2011–12
- Supercopa de España: 2009, 2010, 2011
- Bayern München :










