Manchester City tapti í gjár Champions League finaluna. Úrslitið var 1-0 til Chelsea, sum skoraði avgerandi málið stutt fyri hálvleik, tá Kai Havertz bleiv spældur leysur móti málverjanum.
Tað kom óvart á, at Manchester City byrjaði dystin uttan bæði Fernandinho og Rodri, sum eru sterkir verjukendir miðvallarar. Á verjukenda miðvøllinum spældi Ilkay Gundogan. Í staðin var pláss fyri bæði Bernardo Silva og Raheem Sterling, meðan John Stones bleiv valdur framum Aymeric Laporte.
Millum annað HM-vinnandi italski venjarin, Fabio Capello, helt fyri at Pep Guardiola gjørdi eitt mistak, tí John Stones ikki er stinnur í verjuspælinum. Onnur leggja dent á manglandi uppruddaran á verjukenda miðvøllinum. Nakað, sum annars hevur tænt Manchester City væl í hesum kappingarár.
– Eg havi valt besta liðið til at vinna dystin. Tað vita spælararnir eisini. Eg haldi eisini, at Ilkay Gundogan spældi ótrúliga væl, segði Pep Guardiola eftir dystin.
Onnur halda fyri, at málið ikki skyldaðist at ongin verjukendur miðvallari var á vøllinu, men heldur at høgri bakkur og høgri miðverji, Kyle Walker og John Stones, løgdu ov nógv fyri frammi á vøllinum.
Pep Guardiola hevur vunnið Champions League tvær ferðir við FC Barcelona, men tað hevur ikki eydnast við Bayern Munchen ella Manchester City.