Pentagon-starvsfólk skulu siga hvat tey hava gjørt til nyttu

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, biður nú starvsfólk síni greiða frá, hvat tey hava avrikað í vikuni frammanundan.

Elon Musk, sum stendur á odda fyri effektivitetsdeildini hjá Trump-stjórnini (Doge), skrivaði leygardagin fyri einari viku síðani í einum uppslagi á X, at øll samveldisstarvsfólk skulu greiða frá sínum arbeiðsgongdum seinastu vikuna. (Arkivmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Notatið kemur eftir ørkymlan um, hvørt almenn starvsfólk høvdu tørv á at svara einum telduposti seinasta vikuskiftið.

Tað var ríkmaðurin og leiðarin á effektivitetsdeildini Doge, Elon Musk, sum kunngjørdi teldupostin farna vikuskifti.

Um ikki verður svarað, verður tað mett sum uppsøgn, stendur í fráboðanini.

Telduposturin varð sendur til 2,3 milliónir almenn starvsfólk. Pentagon hevur umleið 950.000 starvsfólk.

Starvsfólk í Pentagon vórðu biðin um at síggja burtur frá upprunaliga teldupostinum.

Manglandi svar uppá nýggja teldupostin kann føra til nærri kanningar, stendur í fráboðanini.

Ritzau/Reuters