Pentagon: So nógv sivil hevur Russland dripið farnu tvær vikurnar

Sambært Pentagon hevur Russland dripið millum 100 og 150 sivil menniskju farnu tvær vikurnar

Seinastu vikurnar hava nógv sivil menniskju og bygningar goldið fyri russisk rakett álop. Nú hevur Pentagon, sum er verjumálaráðið hjá amerikanarum, talt hvussu nógvar persónar tað snýr seg um.

 

Sambært einum talsmanni hjá amerikanska herðinum liggur talið millum 100 og 150 persónar. Hetta segði frásøgufólkið hjá amerikanska verjumálaráðnum, í eini kunning fyri miðlunum fríggjadagin.

 

Sambært ukrainska forsetanum Volodomyr Zelenskyj, hevur Russland framt “týðilig yvirgangsverk” í undanfarnu vikuni. Volodomyr Zelensky sipar til rakett álopini móti býnum Vinnytsja, har ein skrivstovubygningur varð raktur og íbúðarblokkarnir nærindis oyðilagdir. Í hesum álopinum í Vinnytsja, varð m.a ein fýra ára gomul genta millum tey, ið lótu lív.

 

Vitaliy Kim, ið er guvernørur í Ukrainska býnum Mykolaiv, boðaði samstundis frá at Russland rakti tvey tey størstu universitetini í býnum, við minst 10 rakettum.

 

Russland vil ikki viðganga at hava rakt sivil støð, tí tað verður flokkað sum krígsbrotsverk.