Hetta sigur Rúni Djurhuus úr Rex. Pentagon er nýggji dansibólkur hjá Karl Martin Samuelsen og spælir nýggjari og eldri kend løg
Í Pentagon hevur Karl Martin funnið saman við nøkrum av fremstu tónleikarunum í Klaksvík. Magna Husgaard á ljómborðið, Mikkjal Hvannastein á gittara, Høgna Klakstein á trummum og unga Jógvani Fróða Baldvinsson á bassi.
Pentagon spæla løg hjá útlendskum nøvnum, bæði nýggjari løg sum Have a Bad Day hjá Daniel Powder, men eisini løg hjá t.d. Stevie Wonder og nógvum øðrum. Sjálvandi er eisini pláss fyri onkrum Hjarnar lagi á skránni.