Málið hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, er óbroytt.
- Men, honum vantar manning og moral, verður sagt í einari útsøgn hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon í dag.
Sagt verður, at russiskar herdeildir framhaldandi líða undir einari røð av veikleikum, eitt nú mongdini av tøkum herfólki.
Tíðindastovan Reuters sigur við Pentagon sum keldu, at russiski forsetin ikki hevur slept málinum um at ráða yvir Ukraina.
- Men, í veruleikanum skramblar hernaðarligi parturin hjá Russlandi saman við júst hesum málinum, siga tey í amerikanska verjumálaráðnum.