Føroyski løntakarin skal hava tryggar karmar um pensjónina – bæði tá tað ræður um pensjónsaldurin og pensjónsuppsparingina, tí eiga Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn at halda seg til kontraktina, sum var gjørd við arbeiðsmarknaðin um pensjónina í 2017.
Kontraktin var sett í verk í samráð við fakfeløgini, fyri at geva løntakaranum tryggar karmar at innrætta seg eftir. Nú má politiska skipanin gevast við at spæla við pensjónina og pensjónsaldurin, tí tað ger okkum ótrygg og undirgrevur álitið á politiskar langtíðarsemjur.
Núverandi uppskot hjá samgonguflokkunum um pensjónsaldurin vil geva løgtinginum heimild at hækka pensjónsaldurin uttan nakað mark. Løgtingið hevur longu hækkað pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár - og tað er nokk!
Skal føroya fólk stúra fyri, at politikararnir aftur og aftur fara at hækka pensjónsaldurin í óðum verkum - bara grundað á ivamál um búskaparligt haldføri - og at taka rættin frá teimum til egnar pensjónspengar?
Um pensjónsaldurin hækkar, verða tað enn fleiri, ið verða noydd at gevast í arbeiðslívinum, áðrenn tey náa pensjónsaldur. Fakfeløgini síggja, hvussu nógvir limir missa vinnuførið.
Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, átti samgongan at gjørt íløgur í starvsfólkini, so fleiri halda til eitt langt arbeiðslív og ikki gerast óarbeiðsfør.
Samgongan tekur rættin til pensjónspengar frá føroyska løntakaranum
Enn einaferð leggja politikarar eftir pensjónini hjá føroyska løntakaranum. Nú eru tað Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Verður uppskotið at hækka pensjónsaldurin samtykt, missir vanligi føroyingurin ikki bara rættin til útgjald frá almennu veitingunum frá samhaldsfasta og grundupphæddini í eitt áramál, men eisini rættin til útgjald frá síni egnu uppspardu pensjón. Tá pensjónsaldurin hækkar til 68 ár í 2030, má ein bíða í eitt hálvt ár afturat, fyri at sleppa fram at síni pensjónsuppsparing.
Løntakarin rindar sjálvur til egna pensjónuppsparing, og tí eigur løntakarin rættin at ráða yvir egnum peningi.
Um pensjónsaldurin hækkar trý ár, tekur samgongan rættin til 1.106.748 krónur frá einum miðalløntum løntakara, sum hann annars hevði fingið útgoldið frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta. Afturat hesum skal hesin løntakarin arbeiða trý ár afturat og gjalda 456.249 krónur í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatting.
Dømi um útgjald frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta
##med2##
Talvan vísir útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grundupphædd og viðbót), har hædd er tikin fyri møguligari mótrokning, og útgjald frá samhaldsfasta árliga og íalt í 3 ár.
Í útrokningunum verður sagt, at eginpensjón er øll forskattað, og at av pensjónsuppsparingini verður 45% goldið út sum lívrenta og 55% verður goldið út sum lutapensjón.
Skattur er ikki roknaður av fólkapensjón og samhaldsfasta, tí roknistykkið skal vísa, hvat borgarin missir av egnari pensjón og hvat landskassin og AMEG spara í útgjaldi við hækkaðum pensjónsaldri.
Dømi um inntøkuskattur, avgjøld og pensjónsforskatting
##med3##
Talvan vísir, hvat løntakarar við ymiskari mánaðarløn rinda í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatti árliga og íalt í 3 ár.
Í útrokningini er miðal kommunuskattaprosent á 19,97% nýtt. Avgjøldini fevna um AMEG-gjald, barsilsgjald, ALS-gjald, kringvarpsgjald og heilstrygdargjald.
Við fakfelagskvøðu
Heilsuhjálparafelag Føroya
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Akademikarafelag Føroya













