Sjálvt um landsstýrisfólk hava mist rættin til sera fyrimunarilgu tænastupensjónina, har tey eftir átta ár í landsstýrinum tjentu sær rætt til fulla tænastumannapensjón, so hevur landskassin framvegis eina stóra rokning fyri framman. Tí landsstýrisfólk, sum hava sitið í landsstýrið fram til 2015 eiga framvegis rættin til hesa pensjón - og fleiri longu frá tí at tey eru 60 ára gomul.
Meting frá 2022 er, at hetta kostar landinum 133 milliónir krónur, tá pensjónirnar fella til gjaldingar so hvørt, sum hesi landsstýrisfólk verða pensjónerað.
Tað sæst í svari hjá Løgmansskrivstovuni til Løgtingsins fíggjarnevnd, sum arbeiðir við fíggjarlógini fyri komandi ár.
Fíggjarnevndin spyr um broytingina í samsýningini og eftirløn landsstýrismanna frá 2014, um støddina á eftirlønarbyrðuni til landsstýrisfólk eftir nýggju og gomlu skipanini.
– Til nýggju skipanini er at viðmerkja, at nú verða útreiðslurnar til eftirløn rindaðar so hvørt sum landsstýrisfólkini sita, og landsstýrisfólk fáa 15% eftirløn, og tí fer útreiðslan at vaksa við sama sum lønargongdin. Í eini skiftistíð sum kann vara nøkur ár aftrat, eru landsstýrisfólk sum hava vunnið eftirløn eftir gomlu skipanini og tí fáa minni enn 15% í eftirløn. Í 2024 eru eftirlønarútreiðslurnar fyri árið roknaðar til 806 tús. kr. (hetta var roknað áðrenn broytingina í landsstýrinum í oktober og november). Um øll níggju landsstýrisfólkini høvdu fingið 15% í eftirløn, høvdu útreiðslurnar verið umleið 1.380.000 krónur, skrivar Løgmansskrivstovan.
Víst verður á, at munurin skyldast, at í eini skiftistíð eru nøkur landsstýrisfólk, sum hava vunnið eftirløn eftir gomlu skipanini við tænastumannaeftirløn. Við tíðini verða færri landsstýrisfólk við eftirløn vunnin eftir gomlu skipanini, og árliga útreiðslan verður nærri tí størru upphæddini.
– Um gomlu skipanini er at viðmerkja, at Gjaldstovan seinastu árini hevur skrásett allar eftirlønarskyldurnar og fekk fyri nøkrum árum síðani aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað, hevði landið keypti seg leyst frá skylduni. Skyldan verður roknað av nýggjum 3. hvørt ár. Tað vil siga, at hon verður roknað aftur fyri roknskapin 2025. Til roknskapin fyri 2022 varð eftirlønarskyldan fyri fyrrverandi landsstýrisfólk roknað til 133 mió. kr. Hetta er ógoldin skylda at rinda eftirløn vunnin eftir gomlu skipanini, skriva Løgmansskrivstovan, sum í svarinum leggur afturat, at tað annars er trupult at siga, hvussu man skal samanbera hesar upphæddir, tí í roknskapinum eru tann fyri nýggju skipanina ein leypandi útreiðsla og hin fyri gomlu skipanina er ein skylda at rinda
seinni.











