Pensjónistarnir venda aftur á arbeiðsmarknaðin

Alsamt fleiri pensjónistar leita sær aftur á arbeiðsmarknaðin. Tað vísa seinastu tølini frá Hagstovu Føroya yvir løntakarar í Føroyum í farna ári.


Í 2015 vaks nevniliga talið av pensjónistum, ið vóru løntakarar, við 7,9 prosentum frá undanfarna ári. Talan er um størsta prosentvøkstur í nøkrum aldursbólki, og er tað ein vøkstur á 83 pensjónistum.


Um hugt verður eftir størri myndini, so hevur tað, sambært Hagstovuni, verið ein javnur vøkstur av pensjónistum á arbeiðsmarknaðinum seinastu tíggju árini. Í 2015 var nevniliga fjórði hvør pensjónistur í arbeiði, meðan triði hvør pensjónistur var løntakari í 2015.