Seint í gjárkvøldið gjørdist pensjónistar varugir við, at grundupphæddin í pensjónini var útgoldin, men fleiri ressaðust við, tá tey sóu, at upphæddin ikki var hin sama sum vanligt.
Í fleiri førum var upphæddin fleiri hundrað krónur minni enn vanligt og tí vóru fleiri, sum hildu, at ætlaða skerjingin í grundupphæddini hjá fólkapensjónistunum, longu var gjørd virkin, áðrenn 3. viðger av málinum hevði verið og málið endaliga samtykt.
Nakrir pensjónistar settu seg í samband við løgtingslimir og Jenis av Rana, tinglimur fyri Miðflokkin, spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, um tað veruliga kundi vera so, at ætlaða lógarbroytingin longu var gjørd virkin.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, er farin av landinum í jólafrí og tað hevur tí ikki eydnast in.fo at fáa eina viðmerking frá henni.
Hallur Thomsen, depilsstjóri á Almannaverkinum, sigur tó, at stikkprøvar hjá Almannaverkinum vísa, at pensjónistarnir hava fingið somu upphædd sum áður. Einasta broytingin er, at pensjónin hesa ferð er hin fyrsta veitingin, sum verður útgoldin.
- Ein møgulig frágreiðing upp á, at fólk hava fingið minni útgoldið er tí, at ymisk gjøld, ið vera trekt av løn, so sum Heilsutrygd, nú møguliga eru trekt av grundupphæddini av fólkapensjónini, sum var goldin fyrst hendan mánaðir, sigur Hallur Thomsen. Hann vissar tó um, at øll hava fingið rætta pensjón útgoldna.










