Pensjónistar vilja hava tips og Lotto pengar

Tey vænta at løgmaður tekur væl ímóti teimum


Nú vilja eisini pensjónistar sleppa upp í part, tá ið tips- og lottopengar verða býttir út í Føroyum.  

 

Føroyingar spæla fyri nógvar pengar í Tips- og lotto og hvørt ár koma einar 10 milliónir krónur aftur til Føroya og her verða tær lutaðar sundir til ávís endamál.

 

- Landsfelag Pensjónista fær ongan lut í tí peningi sum kemur til Føroya frá donsku Tips & Lotto puljuni, sigur Landsfelagið hjá Pensjónstunum.

 

Tey vísa eisini á, at í Danmark stavar mesta inntøkan hjá pensjónista- og eldrafeløgum júst frá donsku Tips & Lotto puljuni.

 

Hetta síðsta hálva árið hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista verið á fleiri fundum við stóru politisku flokkarnar, Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum at broyta lógina um ítróttarvedding, so at eisini Landsfelag Pensjónista fær lut í tí peningi sum á hvørjum ári kemur til landið.

 

Og nú fer felagið eisini á fund við løgmann um tað sama.

 

Tey siga, at hetta er eitt stórmál fyri pensjónistar og tí vænta tey, at løgmaður tekur væl ímóti teimum.

 

Tey siga, at sleppa tey upp í part, kunnu Landsfelag Pensjónista og pensjónista- og eldra-feløg kring landið, fáa fíggjarligan møguleika at bjóða fram tiltrongd trivnaðartiltøk- og tilboð til gagns fyri tey eldru í samfelagum.