Pensjónistar skelka Hendrik Old

Hann skilir púra einki av at pensjónistar tosað verður um at niðurleggja røktarheim

- Tað skelkar meg øgiligt at hoyra pensjónistar tosa um at niðurleggja ellis- og røktrheim.

 

Hendrik Old, tingmaður var heilt forfardur á ráðstevnu hjá Landsfelag Pensjónistanna í dag. 

 

Har staðfesti Rósa Samuelsen, sum eisini er tingkvinna, at vit mugu leggja á annan bógv og niðurleggja sambýli og ellis- og røktarheim.

 

Eisini formaðurin í Landsfelag pensjónistanna, Arne Thorsteinssin heldur, at tað letur seg fera, um so er, at heimahjálpin verður ment.

 

Tað sama hevur Finnur Johansen, formaður í pensjónistafelagnum í Havn, og nevndarlimur í Landsfelag Pensjónistanna, gjørt seg til talsmann fyri.

 

Men hetta er eitt mál Hendrik Old undir ongum umstøðum tekur undir við.

 

Hann vísir á, at teir pensjónistar, sum møta á fundi, eru teir, sum eru væl fyri.

 

Men tað eru ikki allir pensjónistar, sum eru so væl fyri.

 

Hendrik Old sigur, at veruleikin er, at nógvir pensjónistar, sum fara á røktarheim til umlætting, vilja ikki heim aftur, tí tey hava so stóran ampa av at vera einsamøll heima.

 

- Og tey avvarðandi vita ikki síni livandi ráð, leggur hann afturat.

 

Hann heldur, at tey, sum tosa um at niðurleggja røktarheim, áttu at farið á eitt røktarheim og sæð við egnum eygum, hvussu fólkið hevur tað.

 

- So høvdu tey skift meining, tí summi vita ikki so frægt sum, hvussu tey eita, ella hvar tey eru sigur Hendrik Old.

 

Tí er heilt ófatiligt at hoyra, at fólk ætla at skerja møguleikan hjá fólki at sleppa á eitt røktarheim, sigur løgtingsmaðurin.

 

Hann skilti heldur ikki, at Rósa Samuelsen tosaði um at menna heimahjálpina fyri at niðurleggja røktarheimspláss.

 

- Tá ið hon var landsstýriskvinna í almannamálum, og hevði møguleikan at ávirka gongdina, skar hon heimahjálpina niður í helvt. 

 

- Tí er tað ringt at skilja, at hon nú tosar um at menna heimahjálpina.

 

Les eisini: Sambýli og røktarheim skulu leggjast niður

 

Rósa Samuelsen sigur, at hon er samd við Hendrik Old í nógvum førum.

 

- Tað er neyðugt at hava røktarheimspláss til fólk, sum av álvara hava tørv á tí, serliga til minisveik, sigur hon.

 

Sí fleiri myndir frá ráðstevnuni hjá Landsfelag Pensjónistanna við at TRÝSTA HER

 

Men hon vísti á, at tá ið hon var landsstýriskvinna, var tíverrki longu ein tilsøgn givin um at byggja røktarheim og hon kundi ikki takast aftur.

 

Les eisini: Spennandi dagur hjá 1700 fólkum

 

Og hon endurtekur, at tann heilt stóri tørvurin er á endurvenjing, tí tað er manglandi endurvenjing sum elvir til, at fólk fara alt ov tíðliga á røktarheim, sigur Rósa Samuelsen.