Pensjónistar eru nú farnir at savna inn undirskriftir um alt landið fyri at mótmæla ætlanini hjá samgonguni um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
Samgongan ætlar at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur um mánaðin hjá øllum pensjónistum, giftum sum ógiftum.
Samgongan sigur, at hetta ar neyðugt fyri at pensjónistar yvirhøvur skulu fáa eina virðiliga pensjón framyvir, tí landskassin hevur ikki ráð til at varðveita fólkapensjónina, sum hon er nú.
Afturfyri at grundupphæddin lækkar, skal gjaldið, pensjónistar fáa úr Samhaldsfasta, hækka, umframt at kringvarpsgjaldið lækkar, so tilsamans fáa pensjónstar 400 krónur meiri at liva fyri í part, enn higartil.
Men pensjónistar vilja ikki hoyra talan um at tvinna Samhaldsfasta, kringvarpsgjald og fólkapensjónina saman og teir stúra fyri, at fara politikarar fyrst at pilka við grundupphæddina, kann hon verða heilt burtur, áðrenn nakar varnast.
Mikudagin savnaðust yvir 300 pensjónistar á fundi at mótmæla ætlanini, og nú eru stig eisini tikin til at lata adressu ganga kring alt landið, og hon skal síðani handast løgtinginum, áðrenn løgtingið tekur endaliga støðu.
Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, sigur, at tey hava longi fingið fleiri undirskriftir í Havnini, men at nú verður eisini farið kring alt landið.
Tað vera tey lokalu pensjónistafeløgini kring landið, sum skipa fyri at fáa adressuna runt.
Málið um at skerja grundupphæddina liggur í Løgtinginum, men enn er óvist, nær tey fara at atkvøða um tað.
À fundinum løgdu fleiri pensjónistar nevndini í landsfelagnum, eina við, og tað var at fylgja við, nær løgtingið fer at viðgera málið aftur, tí tey ætla at møta mannsterk upp í løgtinginum tann dagin.