Pensjónistar fyri vanbýti úr Samhaldsfasta

Sjálvt um tey hava goldið inn í Samhaldsfasta frá byrjan, so verður útgjaldið skert hjá fólki, sum hava búð í Føroyum í færri enn 40 ár

Sjálvt um tey hava goldið inn í Samhaldsfasta frá byrjan, so verður útgjaldið skert hjá fólki, sum hava búð í Føroyum í færri enn 40 ár.

 

 

– Tey sum hava búð í Føroyum í styttri enn 40 ár eru vorðin fyri vanbýti av einin avlaging av Samhaldsfasti.

 

Tað siga tey trý, Bozena Rasmussen, Ole Jensen, Jóna Jimenez, Koos Kamminga og Inger Flø Jørgensen, sum missa rættin til part av útgjaldinum úr Samhaldsfasta (Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum), tí tey ikki hava búð í Føroyum í í minsta lagi 40 ár.

 

Í lesarabrævi, sum verður prentað í mikudags Sosialinum vísa tey á, at Samhaldsfasti nú er ein partur av fullari fólkapensjón.

 

– Útgjaldið verður tó stýrt av eini broyting, sum varð gjørd í lógini í 2009. Tá kom kravið um, at persónur skal hava búð 40 ár í Føroyum fyri at fáa fult útgjald. Broytingin í lógini hevði við sær eina avlaging av Samhaldsfasta. Tey, sum hava búð í Føroyum í styttri enn 40 ár, eru vorðin frátikin rættin til fult útgjald, sjálvt um tey hava goldið inn frá byrjan, vísa tey á.

 

Hesi fólk fáa í dag skert útgjald úr Samhaldsfasta, sjálvt um tey eisini eftir lógarbroytingina hava goldið inn í Samhaldsfasta.

 

Tey fimm, sum hava skrivað lesarabrævið, vísa á, at helst eru tað nøkur, ið ikki hava varnast hesa broyting, tí tey fáa nettopensjón á kontu.

 

– Eru fólk í iva, kunnu tey venda sær til TAKS um hetta. Fult útgjald er 4.025 krónur, siga tey.

 

Sostatt hava tey, sum vórðu pensjónerað áðrenn 2009, fingið fult útgjald, men fleiri av teimum, sum vórðu pensjónerað aftan á 2009, hava verið fyri stórum vanbýti. Tilsamans eru tað umleið 300 fólk, sum hava havt rætt til fult útgjald, men sum mistu henda rætt í 2009.

 

– Hesin mismunur skal rættast, og tí skulu vit á fund við Kristinu Háfoss tann 18. jan. 2017. Tað, ið vit vilja, er at fáa ein setning inn í lógina frá 2009, sum ljóðar soleiðis:

 

»Tey, sum hava goldið inn frá byrjan, hava rætt til fult útgjald úr Samhaldsfasta,« siga tey fimm.

 

– Tað snýr seg nevniliga ikki bara um útlendingar, sum fáa ov lítið útgoldið, men eisini um føroyingar, sum hava búð og arbeitt í útlondum og eru komnir heim aftur. Teir skulu hava rætt til fult útgjald, um teir hava goldið inn frá byrjan, halda tey.

 

Og mismunurin skal burtur, halda tey, og tí er neyðugt at gera hesa tillaging í lógini, áðrenn pensjónsnýskipanin verður samtykt og sett í verk. Sum tað ljóðar, skal hon fyri tingið í heyst.

 

Tey vísa eisini á, at tað vísir seg, at persónar, sum av ymsum orsøkum ikki hava goldið inn, men hava búð í Føroyum í 40 ár, hava fingið rætt til fult útgjald, uttan mun til, um tey búgva her ella í Danmark.

 

– Vit vilja ikki døma ella frátaka nøkrum nakað, men vit vilja vísa á, at fólkapensjónin í Føroyum er minni enn tann í Danmark, og tað skal ikki gerast mismunur.

 

– Um nakar fær at vita, at hann ella hon ikki fær fult útgjald úr Samhaldsfasta, ber til at venda sær til Landsfelag Pensjónista á shf@mail.fo

 

Bræivði er undirskrivað vegna tey, sum eru fyri vanbýti

 

Bozena Rasmussen

Ole Jensen

Jóna Jimenez

Koos Kamminga

Inger Flø Jørgensen