Pensjonistar fáa rokning fyri at arbeiða


 

Eivind Jacobsen

2001-10-26

Í hesum døgum verður tosa um at broyta lógina, sum sigur, at tá starvsfólk hjá tí almenna fylla 67 skulu tey úr starvi.

Enn hevur eingin nevnt trupulleikan hjá teimum 67 ára gomlu, sum arbeiða eitt sindur, umframt at tey fáa pensjón. Í dag er veruleikin tann, at umframt at tey skulu gjalda skatt av hesari inntøku, so missa tey eisini burtur av pensjónini. Tí hendur tað hjá fleiri, sum ikki hava fulltíðarstarv, men bert arbeiða nakrar tímar hvønn dag, at tey fáa rokning fyri at arbeiða.

Hesum fólkum dámar at hava okkurt at takast við. Tey eru fleiri, sum kunnu fáa okkurt arbeiði, men um tey fáa rokning, í staðin fyri løn, er væl skiljandi at hugurin minkar. Í hesum døgum, tá trupult er at fáa arbeiðsfólk, hevði tað verið sera gott um lógin bleiv broytt, soleiðis at tað loysur seg hjá pensjonistum at arbeiða eitt sindur. Tey kunnu tá framhaldandi geva av sínum royndum til yngra ættarliðið til mikið gagn fyri alt samfelagið. Tí eigur lógin at broytast soleiðis at pensjonistar ikki fáa rokning fyri at fara til arbeiðis.