Pensjónistar: Eitt klútateppi av rang

Í desember mánaði í fjør, nevniliga 2. desember 2024, sendi Landsfelag Pensjónista eitt hoyringssvar til Almanna- og mentamálaráðið í sambandi við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir, áseting av pensjónsaldri, o.a.

Eftirsum uppskotið er til 1. viðgerð í løgtinginum í dag, 14. mars 2025, loyva vit okkum at endurgeva hoyringssvar okkara niðanfyri.

 

Landsfelag Pensjónista, sum hevur fingurin á pulsinum, tá talan er um verandi og komandi pensjónistar í Føroyum, og sum er ein ”ráðgevandi” partur til okkara politisku skipan, hevur fingið hetta uppskotið til viðgerðar, og vilja vit koma við okkara ”ráðgeving” út frá støðuni hjá pensjónistum og Føroya fólki sum heild.

 

Landsfelag Pensjónista vil fyri tað fyrsta boða frá, at vit als ikki taka undir við at pensjónsaldurin hækkar upp í 70 ár.

 

Fyri tað næsta meta vit, at fyriliggjandi uppskot er eitt ”klútateppi”, sum als ikki hoyrir heima, tá talan er um pensjónsaldur. Pensjónsaldurin í Føroyum eigur at vera ein, og L.P. hevur hildið og heldur framvegis, at pensjónsaldurin í vælferðasamfelagnum í Føroyum er 67½ ár.

 

Fyri tað triðja meta vit, at uppskotið vísir, at tann politiska skipanin er við at ”missa"  sambandi við føroyska fólkið, sum ”øll” eru ímóti at hækka pensjónsaldurin, íroknað pensjónistarnir, eins og sitandi landsstýrið gjørdi, tá tit minkaðu grundupphæddina í fólkapensjónini við 580,00 kr. um mánaðin.

 

Fyri tað fjórða fer landsstýrið við hesum uppskotinum eftir teimum, sum eru á niðastu rók, tí her er talan um størsta bólkin í tí føroyska samfelagnum, sum liggur undir fátækramarkinum.

 

Fyri tað fimta er tað beinleiðis skeivt, tá sagt verður, at hetta verður gjørt fyri at ”bjarga” langtíðarhaldførinum í Føroyum. Veruleikin er tann, at hækkan av pensjónsaldrinum bjargar ikki langtíðarhaldførinum í Føroyum, men vil einans viðføra, at ”gjógvin” millum Føroya fólk, íroknað pensjónistarnar, og skrivstovuveldið og politiska valdið í Føroyum gerst størri, sum klárt framgongur í longu givnu hoyringssvarunum. Nei, skulu vit tosa um langtíðarhaldføri í Føroyum, skulu vit byrja á heilt øðrum stað, á ”ovastu rók”.

 

Fyri tað sætta er tað óforsvarligt at skuldseta pensjónistarnar, sum hava goldið til sína fólkapensjón alt teirra arbeiðslív, síðani fólkapensjónsskipanin kom í gildi í

 

Føroyum, har skattauppgerðin fyrstu árini vísti, hvussu nógv ein hevði goldið til

 

fólkapensjón, nú verða niðurgjørd og eina byrðu í fylgiskjali ”pensjónsaldurin”, tá

 

sagt verður, ” skal verandi ættarlið bæði gjalda til egna pensjón og pensjónina hjá foreldrunum?” (rættvísi síðu 11). Nei veruleikin er tann, at vit bara fáa útgoldið ta fólkapensjón, sum vit hava goldið inn í landskassan.

 

Fyri tað sjeynda vilja vit vísa á, at pensjónsaldurin er tann hægsti í Føroyum av øllum londunum rundan um okkum, og vit vita, at vælferðasamfelagið Føroyar hevur ráð til at gjalda sínum ”arbeiðsfólki” sína fólkapensjón, eisini í framtíðini, alt annað er undanførsla.

 

Fyri tað áttanda síggja vit hetta uppskotið sum eitt regulert spariuppskot, har fólkapensjónin, sum vit øll hava goldið inn til, nú verður tikin frá øllum teimum frá 67 árum til 70 ár.

 

Fíggjarmálaráðið metir, at nýggir pensjónistar komandi árini fáa í meðal 7.000,00 kr. um  mánaðin.

 

Hugsi tykkum til, at pensjónistar fáa ta ”ørandi” upphæddina uppá heilar 7.000,00 kr. um mánaðin úr landskassanum, mótvegis teimum ”lógvatøkum”, sum verða veitt teimum almennu, sum gevast.

 

Fyri tað níggjunda, so framgongur í viðløgdu skjølum, at fyriliggjandi uppskot byggir á eitt sera ivingarsamt grundarlag, tí sagt verður »men gongdin seinastu 15 árini og framrokningarnar vísa, at tað eru avbjóðingar við øllum punktum!«

 

Nú blíva øll fólk tvingað við lóg at arbeiða til tey verða 70 ár ella eldri, um tey orka tað ella ikki, grundað á eitt veikt og í ringasta føri skeivt hagtalsgrundarlag.

 

Vísandi til omanfyristandandi vil Landsfelag Pensjónista mæla Landsstýrinum til at  sleppa hesum uppskotinum, tí tað er óforsvarligt at fremja móti sjófólki, handverkarum, tímaløntum, arbeiðsfólki innan heilsuøkið, skúlaverkið o.s.v., ja móti tí føroyska fólkinum, harav nógv eru og vilja vera ”útslitin” fleiri ár, áðrenn tey eru komin til 67½ ára aldur. Tí er tað beinleiðis óforsvarligt, at tvinga hesi fólk við lóg at arbeiða til tey eru 70 ár, ja ”skrivstovuveldið” tosar nú um at hækka pensjónsaldurin upp í 74 ár, t.v.s. hækka pensjónsaldurin við 7 árum.

 

 

 

Argir 14. mars 2025

 

v. Landsfelag Pensjónista

 

Beate L. Samuelsen, forkvinna