Pensjónistar bjóðaðir til Slovenia

Ein pensjónistafelagsskapur í Slovenia bjóðar føroyskum pensjónistum at ferðast í summar.

 

Føroyskir pensjónistar hava fingið tilboð um ferð til Slovenia.

 

Tað er ein pensjónistafelagsskapur í Slovenia, sum bjóðar føroyskum pensjónistum at ferðast í Slovenia í 14 dagar í summar.

 

Tað veit Landsfelag Pensjónista at siga í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at farið verður til Slovenia leygardagin hin 19. juli, og ferðalagið verður aftur í Føroyum leygardagin hin 2. august.

 

- Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Milano, sigur Landsfelag Pensjónista sum eisini veit at siga um prísir og tilmeldingarfreist til Slovenia-ferðina.