Starvið sum prestur í Sjóvar prestagjaldi verður helst ikki sett fyrr enn á Ólavsøku, og ætlandi skal ein pensjoneraður prestur røkja starvið til ta tíð Starvið sum prestur í Sjóvar prestagjaldi hevur verið kleyst, síðani Jógvan Fríðriksson varð valdur til biskup, men tað verður ikki sett fyrr enn á Ólavsøku.
-Lógarsmíðið er ikki liðugt enn eftir yvirtøkuna, og setanartreytirnar eru ikki heilt greiðar. Tí vilja vit ikki seta nakran í starv, áðrenn tað er komið uppá pláss, sigur Jógvan Fríðriksson. Sum nú er loysa hinir prestarnir í Eysturoynni av í Sjóvar prestagjaldi, men ætlanin er at finna ein vikar.
-Vit royna at finna onkran pensjoneraðan prest, sum kann loysa av, inntil vit kunnu seta ein í fast starv. Vit hava saman við kirkjuráðunum gjørt av ikki at seta nakran ungan guðfrøðing sum vikar, sum kann hugsast at søkja tað leysa starvið, tí at so fær hann ein stóran fyrimun framn um hinar umsøkjararnar. Til royna vit at gera avtalu við ein pensjoneraðan prest, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann væntar, at í næstu viku verður greitt, hvør skal í prestagarðin á Gjaranesi.
Kelda: Trúboðin










